Lockheed skal gera radaran á Sornfelli

Lockheed skal gera radaran á Sornfelli
Danska stjórnin hevur gjørt av at seta radararnir, sum skulu setast upp á Sornfelli, í Skagen og á Bornholm skulu keypast frá amerikonsku verju- og rúmdarfyritøkuni
Nú er greitt, at Lockheed Martin skal gera ávaringarradaran á Sornfelli, í Skagen og á Bornholm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2025 - 12:53

Amerikanska verju- og rúmdarfyritøkan Lockheed Martin skal gera ávaringarradaran, sum skal setast upp á Sornfelli.

Tað samdust politisku flokkarnir í donsku verjusemjuni um, eftir at teir høvdu fingið eitt hernaðarfakligt tilmæli frá donsku verjuni.

Umframt í Føroyum hevur danska stjórnin gjørt av at seta nýggjar ávaringarradarar upp í Skagen og á Bornholm, og nú hava semjupartarnir gjørt av, at teir skulu keypast frá risastóru amerikonsku fyritøkuni, ið hevur ein umsetning upp á 450 milliardir danskar krónur. 

 

Nú er greitt, at Lockheed Martin skal gera ávaringarradararnar.

 

Ferðast í politisku skipanini

Málið um nýggja ávaringarradaran hevur ferðast í politisku skipanini í mong ár. Tað eru næstan tíggju ár, síðan málið fyrstu ferð kom á breddan, tí Danmark sum NATO-land, aftur vildi hava ein ávaringarradara í Føroyum.

Her heima var eisini ósemja um, hvussu farast skuldi fram í málinum. Men í mai mánaði í 2022 skrivaði Jenis av Rana, táverandi landsstýrismaður í uttanríkismálum, undir semju við danska verjumálaráðharran, um at nýggjur radari skal setast upp í Føroyum.

 

Troels Lund Poulsen,

 

Ráðharrin er væl nøgdur

- Eg eri væl nøgdur við, at semjuflokkarnir stuðla undir, at vit keypa nýggjar ávaringarradarar frá Lockheed Martin. Radararnir eru ein týdningarmikil partur av eftirlitinum í Danmark og í utnorði, sigur danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen.

Hann leggur afturat, at ætlanin um, at kongsríkið skal vera eitt lágspenningsøki er undir trýsti, og  aktuella trygdarpolitiska støðan krevur, at vit eru nógv meira tilstaðar og at samstarvið í Arktis og í Útnorði skal styrkjast munandi.

- Við hesum keypinum eru vit væl á veg, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.

Sambært verjumálaráðnum vera radararnir settir upp næstu árini. Avtalan letur upp fyri møguleikanum fyri einum ávaringarradara aftrat. Hann skal setast upp í Grønlandi. Tann møguleikin skal síggjast í samanhanginum við avgerðini um at seta upp á ein ávarðingarradara í Eysturgrønlandi.

Nýmótans loftávaringarradarar eru avgerandi fyri, at vit skjótt kunnu síggja, skilja og reagera uppá brotyingar og uppá ávísar hóttanir. Við teimum nýggju skipanunum fáa vit eina væl betri støðumynd, sum styrkir trygdina í øllum kongsríkinum og okkara førleika til at geva okkara íkast til samlaðu loftverjuna hjá NATO, sigur Michael W. Hyldgaard, sum er generalur og verjustjóri í donsku verjuni.

Nýggju radararnir eru fíggjaðir við pengum frá tí, sum eitur Arktiski kapasitetspakkin og Accelerationsfonden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928