Óli sendi Jóhan úr donsku steypakappingini

Óli sendi Jóhan úr donsku steypakappingini
Jóhan á Plógv Hansen skeyt 10 mál fyri Skanderborg Aarhus í fjórðingsfinaluni ímóti GOG, men mátti kortini lúta fyri Óla Mittún og teimum á Fjóni
Mynd: Lau Nielsen  
 
18.12.2025 - 09:55

Óli Mittún endaði omaná ímóti Jóhan á Plógv Hansen, tá GOG vann 31-28 á  í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini í hondbólti í gjár.

Jóhan á Plógv Hansen gjørdi sítt ítasta fyri Skanderborg Aarhus við 10 málum, harav trý úr sjey metrum, men tað var ikki nóg mikið ímóti fjónliðnum, sum var frammanfyri stóran part av dystinum.

Óli Mittún var aftur hesa ferð við í tí mesta í álopinum hjá GOG. Bakspælarin skoraði sjey mál upp á 12 royndir og átti næstseinastu hond á trimum málum. 

GOG skal tískil spæla í sonevnda Final Four, sum verður miðskeiðis í februar í Herning. Óli Mittún og teir bresta saman við stórliðnum Aalborg í hálvfinaluni. 

Í hinari hálvfinaluni spæla Ringsted og Sønderjyske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717