Framholding yvirtekur ognarlutin hjá íslendskum íløgufelagi

Framholding yvirtekur ognarlutin hjá íslendskum íløgufelagi
Við yvirtøkuni fær Framholding ræðið í partafelagnum Firði, og eftir yvirtøkuna hevur íslendska íløgufelagið einki virksemi í Føroyum
Framholding eigur Framherja og helvtina av flakavirkinum Faroe Origin. 
 
19.12.2025 - 11:15

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Framholding yvirtekur ognarlutin hjá íslendska felagnum Kaldbaki í føroyska partafelagnum Firði.

Við hesi yvirtøkuni fær Framholding ræðið á Firði.

Kaldbakur er íslendskt íløgufelag, sum ger íløgur, serliga í Íslandi og Noregi. 

Eftir yvirtøkuna hevur Kaldbakur einki virksemi í Føroyum.

 

Eigur í øðrum feløgum

Framholding ger íløgur í onnur feløg. 

Framholding eigur Framherja og helvtina av flakavirkinum Faroe Origin. 

Harafrat er felagið minnilutaeigari í feløgunum Krafta, Clobe Tacker, Pelagos og Grant.

Les avgerðina hjá Kappingareftirlitinum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585