Vágafólk fáa flak í jólagávu

Vágafólk fáa flak í jólagávu
Vesturvarði hevur verið á íslandsrygginum, og manningin hevur skorið fiskin flak, sum verður latin øllum húskjum í Vágum í jólagávu
Vesturvarði, sum henda túrin hevur roynt á íslandsrygginum.
 
19.12.2025 - 13:49

Øll húski í Vága kommunu og Sørvágs kommunu fáa jólapakka í dag. 

Vesturvarði, sum hevur verið til fiskiskap á íslandsrygginum, kom á Miðvág í gjár, og manningin hevur skorið fiskin til flak. 

Í hvørjari eskju eru trý kilo av flaki.

 

Trý kilo av flaki eru í hvørjari eskju.

 

Í Sørvágs kommunu kann fiskurin heintast á Dungasandi frá klokkan 15 til 18, og fólk í Vága kommunu kunnu heinta flakið á Snarfrost í Miðvági frá klokkan 15 til 18.

Hoyr samrøðu við Tummas Henriksen, reiðara á Vesturvarða, í útvarpstíðindunum: 

19122025_Tummas_Henriksen

 

Klokkan trý seinnapartin vóru tað kommunupolitikarar í oynni, sum fingu høvi til at handa borgarunum flamingokassarnar við fiski, og og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var góð.

Røðin av bilum var sera long og fólk, sum Kringvarpið fekk orð á í Miðvági, vóru fegin og takksom.

1784217

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650