Vágs kommuna bundið seg til stuðul, hóast einki kemur úr landskassanum

Vágs kommuna bundið seg til stuðul, hóast einki kemur úr landskassanum
Kommunan hevur bundið seg til at stuðla Vágs Sóknar Bygdasavni við 900 túsund kr. í trý ár
Borgarstjórin helt ikki, at býráðið var nóg væl kunnað, men hann fekk ikki undirtøku fyri at taka málið av skránni.
 
23.12.2025 - 13:53

Vágs kommuna hevur bundið seg til at stuðla Vágs Sóknar Bygdasavni at byggja maritiman depil, hóast stuðulin úr landskassanum ikki kom.

Kommunan hevur bundið seg til at stuðla savninum við 900 túsund krónum.

Borgarstjórin helt ikki, at býráðið var nóg væl kunnað, men hann fekk ikki undirtøku fyri at taka málið av skránni.

 

Bjarni Johansen. 

 

Meiriluti var ikki fyri at taka málið av skránni, og tilmælið frá mentamálanevndini um at stuðla verkætlanini við 300 túsund krónum um árið í trý ár, árini 2025, 2026 og 2027, varð samtykt.
 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 


 

23122025_Bjarni_Johansen

 

Eftir at fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevði samtykt at játta savninum eina millión krónur, kom undan kavi, at fíggjarnevndarlimurin, Dennis Holm, eisini var kassameistari í Vágs Sóknar Bygdasavni.

- Tað er óheppið, at fíggjarnevndarlimir ikki upplýsa um síni áhugamál, tá fíggjarnevndin viðger umsóknir um at játta pengar, segði Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini.

Dennis Holm fór síðani úr nevndini í Vágs sóknar bygdasavni, og savnið skrivaði til løgtingið um at taka umbønina um milliónina til Maritima Mentanardepilin aftur.

Búi Dahl, formaður í Vágs Sóknar Bygdasavnið, sigur í telefonsamrøðu fyrrapartin, at játtaðu pengarnir eru til at keypa vaskiskúrin fyri. 

Búi Dahl hevur ikki fleiri viðmerkingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129