Óvist um Flot sleppur at svimja í Bylgjuni

Óvist um Flot sleppur at svimja í Bylgjuni
Svimjifelagið Flot av Nesi bíðar framvegis eftir svari frá Runavíkar kommunu uppá fyrispurning um at sleppa at venja í nýggju svimjihøllini í Runavík
Umleið 1. februar fer at bera til at svimja í Bylgjuni í Runavík. Óvist er enn um Flot sleppur at svimja har.
 
29.12.2025 - 18:03

Flot hevur samskift við Runavíkar kommunu síðani 2023 um at sleppa at venja í Bylgjuni. Men Flot bíðar framvegis eftir svari. Hetta hóast at svimjifelagið - sum hevur 140 limir úr Runavíkar kommunu - hevur flutt bústað og nú er heimahoyrandi í Runavíkar kommunu, sum Runavíkar kommuna hevur sett sum treyt, skal felagið hava venjingar í svimjihøllini.

Heidi Jacobsen er forkvinna í svimjifelagnum, Flot.

 

 

Tollaksmessudag, 23. desember, varð á Eysturoyarportalinum boðað frá, at felagið Neptun, sum varð stovnað á Glyvrum í 1964, varð endurstovnað. Felagið hevði sum endamál at fáa ein svimjihyl í kommununi.

Felagið hevur ongantíð havt ein hyl at svimja í og hevur verið óvirkið í langa tíð. Endurstovnaða felagið sigur nú, at ætlanin er at hava eitt svimjifelag, sum næstu árini skal vera á heiðursmerkja- og vinnarakós. Formaður í svimjifelagnum Neptun er Rodmundur Nielsen.

Kringvarpið hevur hava roynt at fáa eina viðmerking frá Torbirni Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, men tað er ikki eydnast.

Arnfinn Langgaard, sum er formaður í Íróttarnevndini hjá Runavíkar kommunu, hevði ikki stundir at gera bandaða samrøðu við Kringvarpið. Men hann sigur, at hann hevur havt samskifti við Svimjifelagið Flot, og at tey fara at fáa okkurt svar. Hann leggur tó afturat, at býráðið illa fær arbeitt, tí at tað stendur mitt í einum valstríði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666