Jana ímóti Claus um donsku steypabronsuna

Jana ímóti Claus um donsku steypabronsuna
Jana Mittún og Viborg bresta saman við Claus Mogensen og Ikast í dystinum um donsku steypabronsuna í dag. Í gjár vóru liðini ov stutt í hálvfinalunum móti Esbjerg og Odense
Jana Mittún í gjøgnumbrotsroynd ímóti Team Esbjerg, sum vóru ov sterkar fyri Viborg í hálvfinaluni í steypakappingini
Mynd: Thomas Sjørup/Thomas Sjoerup/Ritzau Scanpix  
 
30.12.2025 - 11:11

Í dag dystast landsliðsspælarin Jana Mittún ímóti landsliðsvenjaranum Claus Mogensen um bronsuna í donsku steypakappingini í hondbólti.

Baksspælarin umboðar Viborg HK, meðan venjarin hjá Føroyum dagliga er venjari hjá Ikast.

Viborg tapti hálvfinaluna í gjár fyri Team Esbjerg. Viborg fylgdi væl við í fyrra hálvleiki, sum endaði 16-16, men eftir steðgin fór Team Esbjerg undan og vann dystin 39-28. Jana Mittún skeyt eitt mál og legði upp til fýra. Stóri spælarin hjá Esbjerg var Henny Reistad, sum skoraði heili 15 mál.

 


Umframt landsliðsvenjarastarvið í Føroyum stendur Claus Mogensen eisini á odda fyri Ikast, sum taptu fyri Odense í hálvfinaluni í steypakappingini. (Mynd: Thomas Sjørup/Ritzau Scanpix)

 

Ikast tapti eisini stórt; Odense tryggjaði sær finaluplássið við 38-27 sigri.

Viborg og Ikast spæla um bronsuna seinnapartin klokkan 16.30, og í kvøld klokkan 19.00 verður finalan millum Esbjerg og Odense.

 

Pernille norskur steypavinnari

Liðskiparin á landsliðnum Pernille Brandenborg vann sunnukvøldið norsku steypakappingina við felagi sínum Storhamar. 

Storhamar vann á Larvik í jøvnu finaluni, sum endaði 37-36 eftir brotskastskapping. Pernille Brandenborg skoraði fýra mál í dystinum og var trygg tvær ferðir úr sjey metrum. 

Sterki strikuspælarin skifti til Storhamar úr København Håndbold í summar.

 


Pernille Brandenbrog og Storhamar fóru avstað við steypagullinum í Norra eftir brotskastskapping. (Mynd: Fredrik Olastuen/Storhamar)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650