Nýggjársrøða løgmans verður ein "hugnarøða"

Nýggjársrøða løgmans verður ein "hugnarøða"
- Tað verður ein "hugnarøða", sum løgmaður fer at halda í kvøld, men stórmálini hjá samgonguni verða ikki løtt at fáa ígjøgnum, sigur Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum
 
31.12.2025 - 13:50

Klokkan sjey í kvøld skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, halda sína áttindu nýggjársrøðu.

Í nýggjársrøðuni talar hann til tjóðina um ymisk felags viðurskifti. Í ólavsøkurøðuni hinvegin talar løgmaður um politikkin, sum samgongan hevur ført og ætlar at føra. 

Hetta verður áttinda nýggjársrøða hjá Akseli V. Johannesen og tann seinasta í hesum valskeiðinum.

Val verður í seinasta lagi 8. desember 2026, men tað kann gott vera, at løgmaður útskrivar val áðrenn tað.

Samgongan hevur framvegis fleiri stórmál eftir at fáa ígjøgnum, og tað verður ikki lætt hjá løgmanni at fáa øll málini ígjøgnum,

- Til dømis málini um Suðuroyartunnilin, hækkan av pensjónsaldrinum, styttu arbeiðsvikuna og grøna orkuskifti eru trupul mál hjá løgmanni, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

 

1785762


Nýggjársrøðan verður send beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum klokkan 19 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786