Politiska støðan í Venesuela ógreið

Politiska støðan í Venesuela ógreið
Tað elvir til stúran, at andstøðan í Venesuela, sum vann valið í 2024, ikki sær út til at sleppa til valdið
Regin Winther Poulsen, journalistur, hevur búð í USA og nú er búsitandi í grannalandinum hjá Venesuela, Brasil
Mynd: Privat  
 
04.01.2026 - 15:22

Ógreitt er, hvussu Venesuela verður stjórnað frameftir, sigur Regin Winther Poulsen, journalistur, sum hevur búð í USA og nú er búsitandi í Brasil, nú amerikanski herurin hevur handtikið forsetan í Venesuela, sum skal fyri rættin í New York.

Hann er skuldsettur fyri verið við í at smugla rúsevni til USA.

Hóast nógv fagna, at einaræðisharrin í Venesuela er settur frá valdinum, elvir tað til stúran, at andstøðan í landinum, sum vann valið í 2024, ikki sær út til at sleppa til valdið.

- Beint nú er tað eitt tómrúm. Tað er ein stjórn, sum er viðurkend av USA, men sum ikki er vald av fólkinum, sigur Regin Winther Poulsen.

Tað sýnist sum, at tað týdningarmesta er, at stjórnin aktar USA, sigur hann.


Trump fer eftir oljuni

-  Tað er nokk oljan, sum tað snýr seg um, sigur Regin Winther Poulsen.

Aftaná tíðindafundin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum fyri ein stóran part snúði seg um oljuna í Venesuela, tykist júst oljan, at vera tað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, fer eftir.

Venesuela framleiðir okkurt um eina millión tunnur av olju um dagin og stendur fyri umleið einum fimtaparti av oljugoymslunum í heiminum, sambært altjóða orkustovninum, EIA, skrivar CNN.

Hoyr beinleiðis samrøðu við Regin Winther Poulsen, journalist:

1786246

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107

Meira um sama evni