Ákærdur fyri at hótta politiið við byrsu

Ákærdur fyri at hótta politiið við byrsu
Maðurin var tikin í bili á Vestmannavegnum pálmasunnudag í fjør
Føroya rættur.
 
05.01.2026 - 10:15

Ein maður skal í Føroya rætt í morgin, ákærdur fyri at hótta politiið við byrsu.

Hann noktar seg sekan, sigur ákæruvaldið.

Maðurin var tikin í bili á Vestmannavegnum pálmasunnudag, 13. apríl, í fjør.

Politiið koyrdi eina løtu aftan á bilinum og steðgaði honum á Vestmannavegnum.

 

Vegurin stongdur

Av tí at maðurin hevði vápn, var vegurin stongdur av trygdarávum í fýra tímar.

Eitt annað fólk var í bilinum. Tað kom út, tá bilurin var steðgaður. Ákæruritið umfatar ikki hetta fólkið.

Tá politiið hevði tosað við bilføraran í næstan fýra tímar bar til at taka hann uttan rok.

Politiið segði tá, at maðurin, sum var tikin, hevði brúk fyri hjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541