KAF: Fløkja í samskiftinum um løn undir útbúgving

KAF: Fløkja í samskiftinum um løn undir útbúgving
Heilsurøktaraflokkurin, sum skuldi byrja á Heilsuskúlanum 1. februar, verður av ongum
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2026 - 14:00

- Samskiftið hevur ikki verið nóg gott.

Tað ásannar formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Per Martin Gregersen, nú tað er greitt, at nýggi flokkurin av heilsurøktarum, sum skuldi byrja á Heilsuskúlanum 1. februar, verður av ongum.

Næmingarnir hava tikið umsóknina aftur. 

Næmingar hava søkt á Heilsuskúlan, men umsóknir eru ikki komnar um at fáa løn undir útbúgving, hóast næmingarnir sjálvir skulu gera tað, sigur Per Martin Gregersen. 

Nú ræður um at greiða fløkjuna til næstu skúlaársbyrjan, sigur formaðurin í KAF. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07012025_KAF_og_Heilsuskuli

 

Sí eisini: Eingin skúlaflokkur byrjar til útbúgvingina sum heilsurøktari

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329