Fíggjarnevndin fær kunning um H-bygningin

Fíggjarnevndin fær kunning um H-bygningin
Í dag fara landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Landsjúkrahúsið og Landsverk at greiða fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá, hví biðið er um 33,8 mió. kr.
Í H-bygninginum
 
09.01.2026 - 07:06

Í dag fara landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Landsjúkrahúsið og Landsverk at greiða fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá, hví biðið er um 33,8 mió. kr. til gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum hjá Landssjúkrahúsinum.

Saman við Almannaverkinum og Landsverki skal hon eisini greiða nevndini frá sambýlinum til vaksin við autismu, sum skal byggjast á Argjum.

Og landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Listasavnið og Landsverk hava fingið fundarboð at greiða nevndini frá uppskotinum um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.

Suðuroyartunnilin er eisini á skránni hjá fíggjarnevndini í dag.

Og fimm mál aftrat eru á skránni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563