Føroysk sjúkrasystir dømd í stórum telefonsvikamáli

Føroysk sjúkrasystir dømd í stórum telefonsvikamáli
Hanna Christina Gærdum Matras er í dag dømd fýra og eitt hálvt ára fongsulsrevsing í býarrættinum í Keypmannahavn fyri grovt og skipað telefonsvik, skrivar danska TV2
 
12.01.2026 - 18:09

Hanna Christina Gærdum Matras úr Klaksvík er í dag funnin sek í øllum seks ákærunum í málinum, skrivar danska TV2.

Sambært dóminum hevur hon svikað fleiri offur fyri umleið 10 milliónir krónur, og harumframt roynt at fremja svik fyri upp ímóti 37 milliónir krónur aftrat.

Málið verður mett at vera eitt tað størsta av sínum slag í Danmark higartil. 

Føroyska kvinnan hevur verið partur av einum netverki, sum hevur givið seg út fyri at vera frá politinum. Offrini fingu at vita, at tey vóru partur av einum álvarsomum brotsmáli - og at offrini vóru í vanda fyri at missa sínar pengar, um tey ikki samstarvaðu.

Hetta svikmálið er eisini lýst í sendingini á danska TV2: Den falske politikommissær.

Rætturin legði í dóminum dent á, at dømda kvinnan ongantíð royndi at greiða offrunum frá, at hon ikki var frá politinum, og rætturin staðfestir eisini, at hon misnýtti síni umsorganarevni, og at hava fastatøkur á síni offur.

Hanna Cristina Gærdum Matras skal rinda sakarkostnaðin og umleið 1,8 milliónir krónur til eitt av sínum offrum. Harumframt hevur 14 dagar til at rinda góðar 6,7 milliónir til eitt annað offur.

Rætturin metti eisini, at vandi er fyri, at hon kann endurtaka líknandi brotsverk, um hon sleppur leys, og tí verður hon verandi í varðhaldi.

Verjin hjá Honnu hevur kært dómin til hægri rætt - við kravi um frídøming ella, í minsta lagi linari revsing.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167