Danmark og Nato styrkja verjuna í Grønlandi

Danmark og Nato styrkja verjuna í Grønlandi
Í næstum verður skipað fyri hernaðarligum venjingum í Grønlandi, í tøttum samstarvi við Nato-lond
Troels Lund Poulsen er danskur verjumálaráðharri.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2026 - 15:08

Danska verjan økir nú hjáveru sína í Grønlandi.

Tað boða danska verjumálaráðið og grønlendska uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi stutt fyri fund millum Danmark, Grønland og USA í Washington.

Sagt verður, at skipað verður fyri fleiri hernaðarligum venjingum í Grønlandi, í tøttum samstarvi við sameind lond í Nato.

- Trygdin í Arktis er av avgerandi týdningi fyri kongsríkið og okkara sameindu í Arktis, og tí hevur tað týdning, at vit í tøttum samstarvi við okkara sameindu styrkja førleikan at vera í økinum, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í tíðindaskrivinum. 

 

Vivian Motzfeldt. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Hernaðarligar venjingar

Í tíðindaskrivinum frá grønlendska uttanríkisráðnum stendur, at danska verjan fer at økja virksemi í sambandi við ymsar hernaðarligar venjingar.

- Tað hevur við sær, at í næstum verður økt hernaðarlig hjávera bæði í Grønlandi og kring Grønland, við flogførum, skipum og herfólki, eisini frá Nato-sameindum, stendur í tíðindaskrivinum. 

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, sigur, at sum partur av Nato-samgonguni hevur tað fremstu raðfesting hjá landsstýrinum, at verjan og trygdin í Grønlandi og kring Grønland verður styrkt, og at hetta verður gjørt í samstarvi við sameind í Nato. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860