- Tíðindi, mentan og ítróttur
POSTA gevst við fraktvirkseminum

- Fyrrenn eg havi kunnað øll starvsfólkini um broytingarnar, havi eg ikki fleiri viðmerkingar.
Tað sigur Edvard Remberg, stjóri í POSTA, sum í dag boðar frá, at POSTA nú fer at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin, og í staðin fer at miðsavna seg um kjarnuvirksemið í Føroyum.
- Okkara fremsta uppgáva er at tryggja, at tað er lætt at senda og móttaka pakkar, vøru og post í Føroyum. Okkara styrki er her, og sum føroyskt felag vilja vit byggja víðari á hetta grundarlagið,” sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta, í skrivi sent miðlunum í dag.
Edvard Remberg.
Lønsemið svíkir
Fraktvirksemið millum Føroyar og útheimin hevur roynst væl gjøgnum árini. Men lønsemið svíkir, og ”Tí hava vit eftirmett virksemið og framtíðarútlitini. Úrslitið er eitt skifti í kósini, og vit gevast við sjó- og flogfraktini. Tað gevur okkum ein meira einfaldan og stabilan rakstur,” sigur stjórin í tíðindaskrivinum.
Viðskiftafólkini fáa tó framvegis somu tænastuna sum áður, tí Pf. Blue Water Shipping yvirtekur økið, verður sagt.
Dentur verður lagdur á, at bæði virksemið og tænastan halda óbroytt fram, og Posta koyrir framvegis vøruna til dyrnar. Tey flestu starvsfólkini frá Posta og dótturfelagnum í Danmark, Posta Logistics, fáa møguleikan at halda fram í starvi hjá Blue Water.
Vil ikki gera samrøðu
Vit vildu fegin havt eina samrøðu við Edvard Remberg í dag, og vildu millum annað spyrja hann, hvussu nógv starvsfólk verða send heim. Vit vildu eisini spyrja hann, um Posta Logistics, sum er selt Blue Water Shipping, gav yvirskot. Og um ja - hví tað so varð selt.
Edvard Remberg vil, sum sagt, ikki gera samrøðu í dag:
- Nógv av okkara fólki eru úti og koyra, og tí hevur ikki borið til at kunna tey nágreiniliga um, hvat fer at henda, sigur hann.
Á fundi fyrrapartin í morgin verður kunnað um málið, sigur Edvard Remberg, stjóri í POSTA.


























