Dabo til B36: Eg eri fegin um áhugan og álitið

Dabo til B36: Eg eri fegin um áhugan og álitið
Boubacar Sidik Dabo fer í ár at spæla við B36. Álopsspælarin úr Senegal er fluttur aftur til Føroya eftir nakrar mánaðir á Gibraltar
Boubacar Sidik Dabo fer í ár at spæla við B36
Mynd: B36/Facebook  
 
16.01.2026 - 14:16

Føroysku fótbóltsfeløgini fyrireika seg í løtuni til komandi kappingarár, sum byrjar í mars mánaði. Eitt felag, sum hevur havt nakað av frágongd er B36. Nú boðar felagið frá, at Boubacar Sidik Dabo verður nýggjur í felagnum.

28 ára gamli vongurin hevur verið í føroyskum fótbólti síðani 2022. Tá spældi hann við B68. Í fjør spældi hann við EB/Streymi, og avgjørdi millum annað ein dyst í Gundadali móti júst B36. Í seinnu hálvu fór til Gibraltar. Har spældi hann fyri oddaliðið Lincoln Red Imps, sum í vetur fekk sjey stig í ligaspælinum í Conference League.

– Eg eri fegin um áhugan og álitið, sum B36 hevur víst mær. Hetta verður ein spennandi avbjóðing, tí felagið hevur sett sær greið mál fyri kappingarárið og framtíðina. Spælarahópurin er góður, og eg eri sannførdur um, at vit fara at skapa nógvar góðar og minnisríkar løtur saman, sigur hann við heimasíðuni hjá B36.

Í vetur eru Pætur Petersen, Filip Djordjevic og Marius K. Lindh farnir í onnur feløg. Pætur Petersen hevur skift til Hillerød í Danmark, Filip Djordjevic er farin til Víking og Marius K. Lindh hevur skift til NSÍ. Hartil bleiv Mattias Hellisdal seldur til svenska felagið Västerås SK.

Til gongdin telur nú tveir spælarar. Dávid B. Andreasen er komin til úr KÍ, og nú Boubacar Sidik Dabo. Tað kann leggjast afturat at ítróttarstjórin í B36, Jákup á Borg, hevur verið venjari hjá Boubacar Sidik Dabo í B68.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576