Velja próstadømisráð og stiftsstjórn í mars

Velja próstadømisráð og stiftsstjórn í mars
Valskeiðið er fýra ár
Val verður til próstadømisráð og stiftsstjórn í mars.
 
16.01.2026 - 08:18

25. mars verður val til próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn.

Valskeiðið er fýra ár. 

Próstadømisráðið viðger m.a. fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli og ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum og um umvælingar- og umbyggingararbeiði, 

Stiftsstjórnin umsitur m.a. Kirkjugrunnin, landskirkjuskattin, lønir til prestarnar, starvfólk á stiftsumsitingini og pening til viðlíkahald av prestagørðunum og bispagarðinum. 

 

Nýggjur dómpróstur

Fimm fólk hava sæti í próstadømisráðnum. Kirkjuráðslimir velja fýra limir, og tann fimti er dómprósturin, ið er føddur limur. Maria Jørðdal Niclasen byrjar í starvinum sum nýggjur dómpróstur 1. februar. Hon fer at hava skrivstovu og umsiting á Biskupsgarði.

Stiftsstjórnin hevur tríggjar limir. Jógvan Fríðriksson, biskupur, er føddur limur og formaður. Uttanríkis- og mentamálaráðið tilnevnir ein lim. Kirkjuráðslimir velja triðja limin.

Valevnislistar skulu vera inni í seinasta lagi 25. februar. Atkvøðugreiðslan verður frá 4. til 25. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026