B36 fær norskan áleypara

B36 fær norskan áleypara
Torgeir Børven er fyrrverandi toppskjútti í bestu norsku deildini. Hann skal komandi ár skjóta síni mál fyri B36. - Eg havi fingið eina sera góða heildarfatan av B36
Torgeir Børven er nýggjur í hópinum hjá B36
Mynd: B36/Facebook  
 
23.01.2026 - 17:15

34 ára gamli Torgeir Børven hevur skrivað undir sáttmála við B36. Tað boðar felagið frá í dag. Norski álopsspælarin flytur í Gundadal og B36-húsið úr norska barndómsfelagnum Odd.

- Børven er skarprættari og kemur til Føroya við drúgvum og fjølbroyttum royndum. Sum álopsspælari hevur hann víst, at hann ger mun, har hann er, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari við heimasíðuna hjá B36.

Torgeir Børven hevur fyrr skotið nógv mál í bestu deildini í Norra, Turkalandi og Hollandi. Sum yrkisspælari hevur hann spælt fyri Odd, Vålerenga, FC Twente, Brann, Rosenborg, Ankaragucu og Gaziantep. Hagtølini siga, at hann hevur skotið 82 í 246 dystum í bestu norsku deildini. Í 2019 var hann toppskjútti í Eliteseriuni, skrivar B36 millum annað í dag.

- Eg havi fingið eina sera góða heildarfatan av B36 og teimum málum, sum felagið hevur sett sær, og eg eri spentur at vera partur av liðnum í 2026, sigur Torgeir Børven í samrøðu við B36.

B36 boðar frá, at Torgeir Børven kemur til Føroya í næstu viku, har hann saman við hópinum fer at fyrireika seg til kappingarárið, sum byrjar 8. mars.

- Fyrireikingarnar ganga væl, og menninir dríva á. Spælarahópurin er nú við at vera upp á pláss, men vit rokna við onkrum broytingum afturat, sigur Jákup Martin Joensen.

B36 bleiv í fjør nummar fimm í Meistaradeildini. Pætur Petersen (Hillerød), Filip Djordjevic (Víkingur) og Marius K. Lindh (NSÍ) eru farnir í onnur feløg. Tilgongdin telur Dávid B. Andreasen, Boubacar Dabo og nú eisini Torgeir Børven.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576