Ferjulegan á Syðradali seinkar eisini nýggju kalsoyarferjuni

Ferjulegan á Syðradali seinkar eisini nýggju kalsoyarferjuni
Ferjan er klár at bjóða út, men útbjóðingin má bíða, til arbeiðið upp á ferjuleguna er liðugt
Sam er álitið á kalsoyarleiðini, og verður tað eftir øllum at døma drúgva tíð aftrat.
Mynd: Strandferðslan.  
 
23.01.2026 - 17:00

Nýggja ferjan, sum skal byggjast til kalsoyarleiðina, verður eisini seinkað av broytingunum, sum skulu gerast á ferjuleguna á Syðradali.

Skipasmiðjan Mest hevur gjørt forprojektið, sum er liðugt.

Nú er eftir at bjóða ferjuna út, men tað má bíða, til arbeiðið við ferjuleguni er liðugt, sigur Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

 

Dánjal Samuelsen. 

 

Leingi á veg

Nýggja ferjan til kalsoyarleiðina hevur verið leingi á veg.

Forprojektið varð boðið út í desember 2023, og tað útboðið endaði við, at Mest skuldi forprojektera. Tá forprojektið varð boðið út, varð sagt, at ferjan eftir ætlan skuldi vera liðug seinast í 2026.

Tað er so síðani útsett, og nú vit eru komin inn í 2026, er heilt vist, at hon í øllum førum ikki verður liðug í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Nyggj_kalsoyaferja

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493