- Kenni tað sum mína skyldu at umboða grønlendska mentan

- Kenni tað sum mína skyldu at umboða grønlendska mentan
Miké Thomsen sigur, at grønlendskur trummudansur á ein hátt kann samanberast við føroyskan dans. Tað snýr seg um at siga søgur
 
23.01.2026 - 13:54

Í 1987 fóru nakrir føroyskir fólkatónleikarar, m.a. Kristian Blak, til Grønlands at spæla konsertir.

Har hittu teir trummudansaran Anda Kuitse, ið verður mettur at vera tann seinasti av sínum slagi í Grønlandi.

Burtur úr hesum spratt seinni útgávan Addeq, sum var tikin upp í Føroyum í 1989 við tónleikarum úr Grønlandi, Afrika og Svøríki.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Á Vetrarjazzi hesa ferð verður tónleikur úr útgávuni spældur saman við grønlendska tónleikaranum, sjónleikaranum og dansaranum, Miké Thomsen.

Hann hevur lært nógv av Anda Kuitse.

- Trummudansurin snýr seg um at siga søgur. Ofta er tað so, at summi fólk halda seg eiga ávísar sangir.

Hetta er spell, sigur Miké Thomsen, ið fegin vil geva hesum partinum av grønlendska siðaarvinum nýtt lív.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Miké Thomsen og Kristian Blak vitja í Studio 5.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Miké Thomsen og Kristian Blak


 
1790216

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045