Trivnaðarnevndin er liðug at viðgera pensjónsmálið

Trivnaðarnevndin er liðug at viðgera pensjónsmálið
Álit verður nú skrivað, men bæði andstøða og samgonga mugu fáa ta tíð, tað tekur at skriva álitið, sigur nevndarformaðurin
Jørgen Niclasen er formaður í trivnaðarnevndini, sum er farin at skriva álit í pensjónsmálinum.
 
27.01.2026 - 11:41

Trivnaðarnenvdin er liðug at viðgera málið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um at hækka pensjónsaldurin, men enn er álit ikki skrivað. Uppskotið leggur upp til, at pensjónsaldurin verður 69 ár í 2038. 

Síðsti fundur í trivnaðarnevndini um hetta málið var 8. januar.

Jørgen Niclasen, formaður í trivnaðarnevndini sigur, at nú verður tíðin brúkt at skriva álit. Hann sigur, at hann fer ikki at skunda undir partarnar at koma við áliti. Samgonga og andstøða mugu fáa ta tíð, tað tekur at skriva álit, sigur hann. 

 


Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini, sum viðger málið um Suðuroyartunnilin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Suðuroyartunnilin
Hitt málið, sum hevur verið knýtt at málinum um at hækka pensjónsaldurin, er málið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum. Tað er fíggjarnevndin, ið viðger málið. Nevndin fekk longda freist til 18. februar at skriva álit.

Fíggjarnevndin hevur havt fleiri fundir um málið, og fleiri partar hava eisini verið innkallaðir. Ein fundur er settur á skrá afturat. Hann verður 5. februar, og tá eru løgmaður og P/F Suðuroyartunnilini innkallað.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at ikki er greitt, um fundurin 5. februar verður tann seinasti, áðrenn álit verður skrivað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482