Góðar 24 milliónir til at umvæla og útbyggja Listasavnið

Góðar 24 milliónir til at umvæla og útbyggja Listasavnið
Arbeiðið fer at kosta tilsamans 71 milliónir krónur, og 41 milliónir koma úr trimum donskum grunnum
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um at játta 24,3 milliónir kr. at umbyggja og umvæla Listasavnið.
 
28.01.2026 - 09:49

Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við at játta 24,3 milliónir krónur til Listasavn Føroya í sambandi við, at Listasavnið skal umvælast og útbyggjast.

Arbeiðið byrjar í fyrsta ársfjórðingi í ár, og verður eftir ætlan liðugt í 2028. Tilsamans kostar arbeiðið 70,8 milliónir krónur. 

Fíggjarnevndin tekur undir við leistinum, har Listasavnið fær tilsamans 41 milliónir krónur úr trimum donskum grunnum og 5,5 milliónir frá Tórshavnar kommunu. 

Restin, 24,3 milliónir krónur, skal løgtingið játta.

Løgtingið játtar pengarnar yvir fleiri ár. Byrjað var í 2023, og síðsta játtanin verður ikki fyrr enn í 2027 ella 2028.

Uppskotið gevur harumframt lógarheimild til at taka ímóti uttanhýsis fíggingini, sum er játtað Listasavni Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970