Grønland, Danmark og USA samráðast nú um trygdaravtalu

Grønland, Danmark og USA samráðast nú um trygdaravtalu
Arbeiðsbólkurin, sum var settur eftir fundin í Washington fyri 14 døgum síðani, er farin til verka
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, var í hoyring í senatinum í gjár.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.01.2026 - 10:51

Arbeiðsbólkurin, sum var settur at viðgera viðurskiftini millum Grønland, Danmark og USA fyrr í mánaðinum, er farin til verka.

Samráðingar millum USA, Danmark og Grønland um eina arktiska trygdaravtalu eru byrjaðar, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í hoyring í amerikanska senatinum í gjár, skrivar AP-tíðindastovan. 

- Í sambandi við málið um Grønlandi, meti eg, at vit eru í einari góðari støðu í løtuni. Vit hava havt frálíkan fund við NATO-aðalskrivaran. Í roynd og veru eru fundir nú millum okkum, Grønland og Danmark um málið. 

- Og eg haldi, at vit eru farin undir eina tilgongd, sum tryggjar gott úrslit fyri allar partar, segði Marco Rubio í amerikanska senatinum. 

 


Lars Løkke Ramussen, uttanríkisráðharri, og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, høvdu fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marcio Rubio, og varaforsetan, J. D. Vance, í Washington 14. januar. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Danska uttanríkisráðið váttar

Eisini danska uttanríkisráðið hevur váttað, at londini eru farin at fundast, skrivar Reuters.

Danska uttanríkisráðið sigur í skrivligum svari, at embætisfólk úr Danmark, Grønlandi og USA hava hitst fyri at "umrøða, hvussu vit kunnu viðgera amerikonsku stúranina um trygdina í Arktis, samstundis sum vit virða mørkini hjá danska kongsríkinum." 

Tey trý londini gjørdu av at seta ein arbeiðsbólk at viðgera viðurskiftini millum londini á fundi 14. januar, tá danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, hittu Marco Rubio, uttanríkisráðharra, og amerikanska varaforsetan, J.D. Vance í Washington býi


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167