Lyon spælir beinleiðis úr Studio 5

Lyon spælir beinleiðis úr Studio 5
Viðhvørt er gittari og rødd nóg mikið til at fortelja søgur í tónleiki. Tað hoyra vit trý dømi um í dagsins sending, nú Lyon er á vitjan
 
30.01.2026 - 11:02

Hesa ferð er ein av vælumtóktu føroysku trubadurunum komin á gátt. Talan er um gøtumannin Lyon Hansen - ella bara Lyon.

Bæði lurtarar og ummælarar hava verið bergtiknir av seinastu heildarútgávuni, Skull Sized Kingdom og sangir sum Leið 400, Summar Nætur og Kom heim við mær hava javnan verið at hoyrt í útvarpinum.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mangan einfaldir sangir við góðum, men ikki altíð ljósareyðum, tekstum. 

Lyon viðgongur eisini, at hann er hugtikin av antihetjuni.

Vit menniskju hava øll okkara at stríåast við. Tað er í ávísan mun tað, sum ger fólk áhugaverd, heldur Lyon.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Í Kvørnini nevndu Ári Rouch og Ingmar Berg Mikkelsen, at løgini eru einføld.

Vanliga vers og niðurlag, viðhvørt einki niðurlag og einki C-stykki.

- Hetta er bara dovinskapur, sigur Lyon skemtandi.

Ofta er fólkatónleikur bara vers, leggur hann aftrat. Hetta er ein máti at seta sjóneykuna á orðini.

Og júst teksturin er nakað fyri seg. Eitt nú í sanginum Kom heim við mær, tá Lyon syngur: - Hoyr hundarnar goyggja í illum og í neyð, meðan tjøldrini klippa náttina í tvey.

Flott myndamál eina nátt, tá tvey fylgjast heim úr býnum.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Lyon sigur, at hann ofta visualiserar søguna, tá hann skrivar tekst.

Hann metir eisini, at tað er gevandi fyri lurtaran at skapa sínar egnu myndir í høvdinum.

Tað krevur nakað meira av okkum enn eitt nú at tendra ein film, tí tá fáa vit allar myndirnar fyri einki.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Lyon


 
1791847


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302