Sement flutt til oktober

Sement flutt til oktober
Sement - tónleikakappingin, sum seinastu árini er ment til eina showcase fyri nýggj tónleikanøvn - verður í ár flutt frá várinum og til heystið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.02.2026 - 15:20

Tónleikakappingini Sement er í dag eitt av sterkastu boðunum upp á eina veruliga lopfjøl til eina tónleikakarrieru í Føroyum.

Tiltakið gevur ungum, eldri, royndum og óroyndum tónleikarum møguleika at vísa seg fram, knýta sambond og menna seg fakliga.

Yvirlitið yvir vinnarar vísir eisini, at tey, ið vinna Sement, eru komandi stjørnurnar á føroyska tónleikapallinum, eitt nú Hamferð, Konni Kass, Joe & the Shitboys, Jasmin, Tamara, Marius DC og Aggrasoppar. 

Tað eru ikki bara vinnararnir, ið hava sjósett sína tónlistayrkisleið í Sement. Nøvn sum RSP, Ronja og Tunghoyrt hava øll spælt seg inn í tilvitskuna hjá føroyingum á Sement. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Flytur til heystið

Seinastu árini hevur Sement verið hildið í mars/apríl. Í ár hava fyriskipararnir tó gjørt av at flyta tiltakið til oktober.

Hetta er gjørt fyri at sleppa undan, at Sement liggur ov tætt upp at bæði FMA og SPOT Festivalinum, siga fyriskipararnir í tíðindaskrivi. 

"Við at flyta Sement til oktober fær tiltakið betri arbeiðsfrið. Somuleiðis er oktober ein tíð, har lítið annað stórt hendir á tónleikapallinum, og tað gevur Sement betri sjónligheit og størri fokus á luttakararnar."

Fyriskipararnir halda, at hetta fer at styrkja Sement og skapa enn betri karmar fyri tiltakið.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Yvirlit yvir vinnarar 

Síðani byrjanina í 2010, so hevur Sement fostrað fleiri stjørnur á føroyska tónleikapallinum.

Her er eitt yvirlit yvir vinnararnar seinastu árini: 

2025: Hans Andrias
2024: Gówa 
2023: Aggrasoppar 
2022: Marius DC 
2021: Joe & The Shitboys 
2020: Tamara 
2019: Reality Bites 
2018: Fróði Bjarnason 
2017: Jasmin 
2016: Blusette 
2015: Konni Kass 
2014: Lyon and The Color Storm 
2013: The Absent Silver King 
2012: Sleepless Ghosts 
2011: Guðrun & Bartal 
2010: Hamferð 

 

Kringvarp Føroyar hevur sent Sement í sjónvarpinum seinastu árini. Sement kann síggjast HER. 

Her niðanfyri kanst tú síggja Sement-finaluna frá 2025. 

TON00254

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256