Ætt og streymur ávirka siglingina hjá Smyrli

Ætt og streymur ávirka siglingina hjá Smyrli
Eysturætt og harður streymur gera, at tað kann vera óslætt at sigla, og tí hevur skiparin gjørt av broyta ella avlýsa túrar
Veður hevur darvað siglingina hjá Smyrli í seinastuni.
 
02.02.2026 - 13:21

Keðilig ætt og serliga harður streymur eru orsøkin til, at Smyril hevur broytt og avlýst túrar millum Suðuroynna og Havnina í seinastuni. 

- Hetta er ikki serliga vanligt, sigur Edward Leo, samferðslusamskipari á Strandferðsluni.

Eysturætt hevur verið í einar 14 dagar, og vindur og harður streymur gera, at tað kann vera óslætt at sigla, og tí hevur skiparin avgjørt at broyta ella avlýsa túrar.

Í morgin verða eisini broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli, men seinni í vikuni verður væntandi siglt eftir ferðaætlanini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609