HOYDALAR: Hvør er fyrsta stjørnan?

bannari
HOYDALAR: Hvør er fyrsta stjørnan?
Hóskvøldið 5. februar verður fyrsti partur av nýggju sjónvarpsrøðini ‘Hoydalar’ vístur í Kringvarpinum. Men hvør er fyrsta stjørnan, sum fer at stíga inn í auluna í Hoydølum?
Kim Hansen avdúkar fyri spírunum hvør fyrsta stjørnan er í nýggju røðini ‘Hoydalar’.
 
03.02.2026 - 11:47

Í meira enn hálva øld hevur Studentaskúlin í Hoydølum verið fyltur við vitan, vónum, villskapi og ikki minst sangi og tónleiki. Men síðsta pisan úr Hoydølum er langt síðani floygd, og tað hevur verið kvirt alt ov leingi.   

LES EISINI: HOYDALAR: Nýggj sjónvarpsrøð gevur føroyskum sangskattum nýtt lív 

Í Hoydølum fær tónleikurin rúm at anda aftur, tá ið spírarnir koma og blása nýtt lív í føroyska sangskattin og í Hoydalar. 

Í filmsbrotinum niðanfyri síggjast seks ung sangtalentir, ið gita spent, hvør eigur sangskattin, tey skulu tulka í fyrsta parti.


(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Spírarnir gera seg klárar til fyrstu upptøkurnar saman við fotografinum.  


Ein stór sjónvarpsframleiðsla  

‘Hoydalar’ er ein stór framleiðsla hjá Kringvarpinum, har nógv arbeiðsorka er løgd í hvønn smálut. Pallur er bygdur serliga til høvið, vakrar gardinur eru seymaðar, og óteljandi tímar eru farnir við leikmanning, venjing, upptøkum og eftirarbeiði. 

Per Zachariassen og Maria Winther Olsen eiga hugskotið og konseptið, og ein stórur partur av programmfólki og fotografum hjá Kringvarpinum er við í framleiðsluni. 

Í hvørjari sending tulka og syngja seks ung sangtalent hvør sítt lag hjá einari kendari føroyskari stjørnu. Vit fylgja teimum frá løtuni, tá ið tey fáa at vita, hvørja stjørnu tey skulu tulka, og fram til stóru framførsluna í auluni í Hoydølum, har stjørnan sjálv eisini kemur á gátt. 

Umframt framførslurnar eru hyggjararnir eisini vitni til samrøður millum tey ungu og stjørnuna, har tosað verður um tónleik, lív og tað at standa á palli.   

Á temasíðu okkara kvf.fo/hoydalar finnur tú eykatilfar, kunning og fráklipp úr sendingini. 


Stjørnan í fyrsta parti  

Men hvør verður so fyrsta stjørnan, ið vitjar Hoydalar? Í fyrsta parti skulu spírarnir gita, hvør eigur fyrsta sangskattin, ið tey skulu tulka. Í filmsbrotinum niðanfyri síggjast tey seks gita spent.

stjornan_i_fyrsta_parti

 

Fyrsti partur av nýggju røðini ‘Hoydalar’ verður vístur hóskvøldið eftir Dag og viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221