Hoydalar: Martin Joensen er fyrsta stjørnan

bannari
Hoydalar: Martin Joensen er fyrsta stjørnan
Fyrsta stjørnan, ið spírarnir í nýggju KVF-tónleikasendingini Hoydalar skulu tulka, er Martin Joensen. Fyrsti partur verður sendur í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19.30
Martin Joensen, tónlistamaður, er fyrsta stjørnan, ið spírarnir í Hoydølum skulu tulka
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.02.2026 - 17:13

Í annaðkvøld, hóskvøldið, fer nýggja og spennandi tónleikarøðin "Hoydalar" av bakkastokki í sjónvarpinum. 

Røðin gongur fyri seg í umhvørvinum í Hoydølum og er í fimm pørtum.

Í sendingunum møta vit seks ungum spírum, ið skulu tulka sangir hjá fimm av størstu stjørnunum, ið vit eiga í Føroyum. 

Í fyrstu sendingini velja tey ungu hvør sín sang hjá Martini Joensen. 

 

SÍ EISINI: Temasíðan um Hoydalar

 

Fyrstu sangur var "Svarti ravnur"

Martin Joensen er vestmenningur, føddur í 1953.

Fyrsti sangur, ið hann skrivaði, var føroyski rokklassikarin "Svarti ravnur", sum bólkurin Kræklingar spældu í 1976.

Martin Joensen byrjar tí sum sangskrivari og tónaskald.


Stjørnan Martin Joensen heilsar upp á ungu spírarnar, Bjarka, Emmu, Onnu Lovisu, Filip, Jóhonnu og Sophiliu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vestmenn vístu vegin

Tað er ikki fyrr enn seinni, at Martin sjálvur stígur fram við gittara og sangi. Tað hendi ikki av álvara fyrr enn í 1983, tá bólkurin Vestmenn læt frá sær fyrstu LP-plátuna.

Martin hevði sum yngri spælt í vestmannabólkinum Fox og í Keypmannahavn í útisetabólkinum "Avføringar", men tað eru pláturnar hjá Vestmonnum, sum fáa føroyingar at rakna við.

Martin er hin gávaði lagsmiðurin og frægi yrkjarin í væl umtókta bólkinum. Á fyrstu plátuni finna vit sangin "Ró", sum føroyingar í 2018 atkvøddu at vera besta føroyska sang seinastu hálvthundrað árini.

 

M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir

Martin fór seinni at geva sangir sínar út sum solistur.

Fyrsta eginútgávan kom í 1986. Heitið var "Morgun", annar klassikari í fína sangkataloginum hjá Martini.

Í 2007 varð Martin heiðraður fyri sínar yrkingar við virðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir. 

Onnur hava eisini tikið perlur hjá Martini til sín, ein er Eivør Pálsdóttir, sum hevur framført sangin "Kavin kom", sum upprunaliga var skrivaður til sangleikin Skuggagestir í 1990.

 

Ársins tónleikaheiður 2022

Í 2022 var serstaka virðislønin "Ársins tónleikaheiður" á tónleikafagnaðinum FMA latin Martini Joensen, ið stutt framman undan hevði sveimað millum lív og deyða eftir at hann fekk ein blóðtøpp. 

Martin Joensen roynir ikki at skava útyvir, at tað var ein ógvusligur umgangur. Tá Martin Joensen var gestur í sendingini LEITISSTEIN, greiddi hann frá, at hann var heppin, at hann yvirhøvur var á lívi og kundi luttaka í sendingini. Lív mátti fáast aftur í Martin tríggjar ferðir, áðrenn hjarta fór aftur at sláa av sær sjálvum. 

Í dag livir Martin við hjartaslysni, ið merkir, at hjartað hjá honum ikki pumpar við sínari fullari megi. 

"Men tað er til at liva við," sigur Martin. 

FMA22_TONLEIKAHEIDUR

 

Almenna grundgevingin, fyri at lata Martini Joensen ársins tónleikaheiður, var henda:

Martin Joensen er eitt eindømi í føroyskum tónleiki.

Hann er ikki bara ein av okkara størstu sangskrivarum, men eisini sangskrivari í orðsins rætta týdningi, tí hann er bæði skald og tónaskald og meistrar sostatt kynstrið, at fáa orð og løg at ganga saman í eini listaligari heild.

Skaldsliga megnar Martin eisini at fáa tað fólksligt fynduga at spæla saman við tí lýriskt háborna. Hansara vøkru sangir eru vorðnir fólkaogn, harav onkur teirra hevur støðu sum klassikari í føroyska sangskattinum. Heili 36 sangir hjá Martini standa í Grønu sangbók, og sálmar hansara eiga innivist í bæði føroysku sálmabókini og í nýggju songbók brøðrasamkomunar.

Tónlistaliga er Martin Joensen sprottin úr tí jørðildi, sum 1960-ini veittu við rokk’n’roll kollveltingini og endurvekingini av fólkatónleikinum, har tað ráddi um at siga frá djúpum skaldskaparligum sannleikum í popptónleikahami á sjeytummastakplátu - seinni fulllongdar LP. Og Martin tók hesar dygdir til sín bæði sum yrkjari, tónaskald, teknari og grafikari. Tað var í 1980-unum at Martin Joensen veruliga staðfesti seg á føroyska tónleikapallinum bæði við tónleikabólkinum Vestmenn, ið setti sín dám á tíðarskeiðið og við soloútgávum í egnum navni. Líka síðani hevur hann ríkað føroyska tónleikapallin við sínum sangum, framførslum og listaliga virki.

Martin dugir at lýsa lívið í síni heild, har tað profana og tað heilaga ganga hond í hond og lívið veruliga kennist fjølbroytt og ymisktháttað. Martin hevur ans fyri bæði ljósi og myrkri, og hansara sangir kunnu vera hjartaligir, gerandisligir, speiskir, inniligir, kærleiksfullir, langtandi, hugleiðandi og skemtandi, júst eins og lívið sjálvt. Og sjálvt lívið í øllum tess veldi er tað, sum rennur gjøgnum listaliga avrikið hjá Martini Joensen.

Føroyar eru tær takksamar, Martin.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Martin Joensen hevur givið nógvar plátur út millum ár og dag. 

Undir egnum navni:
Morgun, 1986
Skuggagestir, 1991
Blátt í støðum, 1993
Áraløg (savnsfløga), 2002
Á Brúnni, 2006
Kvøld, 2010

Við Vestmonnum:
Brot, 1983
Kanska í dag, 1985
Vestmenn 3, 1988

 

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

*Gevið gætur, at fyrstu partur av Hoydalar verður tøkur, eftir at hann er sendur í sjónvarpinum í annaðkvøld kl. 19.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
RagnarRokk 5.februar 2026
203225
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Hoydalar: Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726