
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Facebook, Instagram og aðrir sosialir miðlar gløða við fagnaðardagføringum um nýggju tónleikarøðina Hoydalar hjá Kringvarpi Føroya. Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at fyrsti partur av sendirøðini varð sendur í sjónvarpinum í gjárkvøldið.
Í Hoydølum tulka seks útvaldir tónleikaspírar sangir hjá fimm av okkara størstu stjørnum, og tann fyrsta stjørnan í røðini var Martin Joensen.
Og rósurnar regna oman yvir spírarnar, Kringvarpið og øll tey, ið hava verið við til at framleitt sendingina.
SÍ EISINI: Hoydalar, temasíðan, kvf.fo
Her eru nøkur úttak:
»Hoydalar var ein framúr sending. Ein varð púrasta bergtikin av hesum sera dugnaliga unga og vakra ungdómi. Ein fragd fyri eygu og oyru. Takk SVF/KVF«
»Sum tey eru dugnalig hesi ungu fólkini 🎶💫💛 Ordiligar stjørnur… og so við góðu sangunum hjá fitta og dugnaliga Martini 🥰«
»Ómetaliga dugnalig ung fólk, fantastiska góðir tónleikarar og sera góð framleiðsla á føroyskum úr enda í annan - hvat kann ganga gali, tá ið snúningspunktið er Martin Joensen - fantastiskt.«
»Vit skelda mangan inná KVF um hetta og hatta, men í kvøld raktu tey eftir mínum tykki seymin á høvdið! 👏🏻«
»Eitt meistarverk - Stutt sagt - Takk at vit kunna upplivað slíka framleiðslu Kringvarp Føroya.«
»Vónríkt, virðiligt, vakurt, og so væl framleitt, takk fyri 🎶♥️«
»Waauw, Hoydalar! Ein fantastisk sending, pakkað við spennandi ungum talentum, profesionellum tónleikarum, framleiðarum og ikki minst legenduni Martin Joensen. Bravo, KVF 👏«
»Tíggju stjørnur av tíggju. Gleði meg til part 2.«
Feirað í LEITISSTEIN
Hetta verður feirað í LEITISSTEIN, tí í dag klokkan 13 vera teir seks spírarnir gestir í sendingini.
Vit fara at práta um Hoydalar, tónleik og lívið annars, og so fara vit sjálvandi at spæla allar framførslurnar frá fyrsta partinum, har spírarnir tulka sangir hjá Martini Joensen.
Sendingin verður eftir ætlan eisini stroymd á heimasíðu Kringvarpsins, kvf.fo.
Tit lurtarar og hyggjarar eru hjartaliga vælkomin at luttaka í sendingini við at senda spírunum spurningar, heilsanir ella hvat tað skal vera í smsboðum á tlf 224000.
Spírarnir eru:
Bjarki Virgarsson Trondesen, 13 ár, Vestmanna, men býr í Havn
Emma Højgaard, 17 ár, Havn, men býr í Danmark
Filip á Smið, 19 ár, Kaldbak.
Anna Lovisa Mýri, 20 ár, Klaksvík
Jóhanna Sámalsdóttir, 18 ár, Toftir
Sophilia Wraae Mukisa, 18 ár, Havn
Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón