Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl

Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl
Tvey evni eru í sendingini í dag
Fíggjarnevndin vildi m.a. vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunir at fara av Skarvanesi, tá kanningin hjá Jarðfeingi ikki var liðug fyrr enn eitt ár seinni. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2026 - 09:09

Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku. 

Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar. 

Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunir at fara av Skarvanesi, tá kanningin hjá Jarðfeingi ikki var liðug fyrr enn eitt ár seinni. 

 

Stórt trýst á bretska forsætisráðharran

Epstein-skjølini eru av álvara farin at fáa avleiðingar, serliga í Evropa. Í Bretlandi økist trýstið á forsætisráðharran, Keir Starmer, sum í gjár fekk boð frá floksfelaganum, formanninum í Labour í Skotlandi, um at leggja frá sær. 

Seinastu dagarnar hava stápsstjórin og samskiftistjórin hjá Starmer lagt frá sær, men forsætisráðharrin noktar at gera fara frá. 

Kann Keir Starmer verða verandi í sessinum? Hví er hetta hent, og hvat merkir tað fyri Bretland?

Tað spyrja vit um sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527