Føroya rættur viðger revsimál um evni at gera rúsevni

Føroya rættur viðger revsimál um evni at gera rúsevni
Tveir menn, annar føroyingur og hin dani, eru ákærdir, og báðir nokta seg sekar
Føroya rættur skuldi viðgera málið í august í fjør, men tað var útsett, tí nøkur vitni aftrat skuldu boðsendast.
 
10.02.2026 - 08:00

Í dag og í morgin fer Føroya rættur at viðgera revsimálið um evnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni.

Tveir menn, annar føroyingur og hin dani, eru ákærdir. 

Ein maður, sum tá var 21 ár, var tikin í Havn 17. juli í 2024.

Ein annar maður, hann er 40 ár, var tikin í mai í fjør.

Báðir menn nokta seg sekar

Sambært ákæruritinum kunnu teir 7,2 litrarnir av 5F-ADB, sum vóru í sodavatnsblikkum, brúkast til at gera 21 kilo og 191 gramm av MDMA ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini.

 

Málið var útsett

Føroya rættur skuldi viðgera málið í august í fjør, men tað var útsett, tí nøkur vitni aftrat skuldu boðsendast.

Annar maðurin, føroyingurin, er eisini ákærdur fyri at royna at hvítvaska pengar.

Hann var tikin á flogvøllinum í Vágum, tá hann skuldi til Keypmannahavnar. Hann hevði 35.000 kr. við sær.

Politiið sigur, at pengarnir stava beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi.

Í oktober í fjør fekk ein maður eitt ár og tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri 383 millilitrar av 5F-ADB og 50,8 gramm av kokaini.

Tann dómurin er skotin inn fyri Landsrættin. Báðir partar hava appellerað. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345