Vilja heldur hava íbúðir enn grundstykki í Klaksvík

Vilja heldur hava íbúðir enn grundstykki í Klaksvík
Á nýggja økinum á Fossum í Klaksvík verða umleið 110 til 120 íbúðir, bæði leigu- og eigaraíbúðir
Útstykkingin á Fossum í Klaksvík. Her verða væntandi fleiri enn 100 íbúðir.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
11.02.2026 - 13:18

Nógv bendir á, at byggimynstrið í Klaksvík er í broyting, tí áhugin fyri grundøkjum er næstan horvin.

Hinvegin er øgiliga stórur áhugi fyri íbúðum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið uppskot frá einari byggifyritøku, hvussu nýggja økið uppi á Fossum - omanfyri Uppsalir - skal skipast við umleið 110 til 120 íbúðum.

 


Karl Johansen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og tað verða helst bæði leigu- og eigaraíbúðir, sigur borgarstjórin.

Útsykkingin hevur verið á veg í nøkur ár. Hol varð sett á hana í 2019, og tá stóðu umleið 200 fólk á bíðilista til at fáa grundøki í Klaksvík.

Men tað er fullkomiliga broytt, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

A_Fossum_utstykking

 

 

Karl Johansen vil ikki siga alment, hvør fyritøkan er, sum hevur sent uppskot inn, men hann vónar, at tað fer at bera til at fáa lív í økið, áðrenn trý ár eru liðin.

Útstykkingin uppi á Fossum stendur í løtuni Klaksvíkar kommunu í umleið 60 milliónum krónum, sigur borgarstjórin.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959