
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Anna Lovisa Mýri, sum í dag er 20 ára gomul, leggur ikki fingrarnar ímillum.
Tað var kendist tung fyri hana at skula flyta úr Noregi til Føroya sum 13 ára gomul
Tá ið hon kom til Føroya, mátti hon byrja í nýggjum skúla í nýggjum umhvørvi.
Hon dugdi hvørki at lesa ella skriva føroyskt og minnist aftur á tíðina sum eina tunga og kensluborna tíð.
Í tí tíðarskeiðnum fylti tónleikurin nógv.
”Eg lurtaði nógv eftir syrgiligum tónleiki og græt nógv,” sigur Anna Lovisa.
LES EISINI: Spurningar & Svar: Anna Lovisa
Ein tung byrjan í Føroyum
Tað tók Onnu Lovisu langa tíð at góðtaka, at hon var flutt, og at hon ikki skuldi flyta aftur til Noregs.
Nú eru átta ár liðin, men Anna Lovisa kennir seg framvegis eitt sindur sum normann.
Tá ið hon júst var flutt til Føroya, kendi hon seg einsamalla og upplivdi, at hon ikki varð boðin við til ymiskt.
Tá helt hon, at tað var persónligt, og at tey ikki vildu hava nakað við hana at gera. Í dag sær hon støðuna øðrvísi og heldur, at nógv fólk bara vóru smæðin.
”So tá føldi eg meg einsamalla,” sigur hon.
Tónleikurin sum hjálp
Anna Lovisa valdi í øðrum parti av "Hoydalar" sangin "Hvítar flykrur", og henni dámar serliga væl lagið.
Tekstin eigur Steintór Rasmussen, men yrkingin er skrivað út frá nøkrum kenslum, sum Eyðun Nolsøe sat við, tá ið hann saknaði unnustu sína, sum var í Danmark á háskúla.
Anna Lovisa brúkar sjálv tónleikin til at seta orð á sínar kenslur. Hon sigur, at uttan tónleik hevur hon ilt við at greiða frá, hvussu hon hevur tað.
Samstundis setur hon sera høg krøv til sín sjálva, og tað kann vera trupult at liva upp til egnu væntanir.
Altíð verið kristin
Anna Lovisa er uppvaksin í einum kristnum heimi og hevur altíð verið kristin.
Hon leggur tó dent á, at hon eisini altíð hevur verið kritisk og sett nógvar spurningar.
Júst hetta hevur, sambært henni, gjørt trúnna sterkari.
”Eg havi eitt persónligt forhold til Guð,” sigur hon, men leggur afturat, at tað at vera kristin ikki merkir, at ein er ella livir perfekt.
Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
Sprírar: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia
Stjørnur (higartil): Martin Joensen & Eyðun Nolsøe