- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2026: Tilnevningarnar

Nú er greitt hvørji eru tilnevnd til tær 13 FMA-virðislønirnar, ið skulu handast í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 6. mars, tá føroyski tónleikapallurin heiðrar seg sjálvan.
Elinborg gongur á odda í FMA-tilnevningum í ár, sum eru fimm í tali, fyri hennara fyrstu heildarútgávu, "Í ævir".
Útgávan "Í ævir" er tilnevnd til ársins útgáva, sangurin "Blóð" er tilnevndur til ársins sang, teksturin til sangin "Kærleiki" er tilnevndur til ársins tekstur, plátuhúsin er og sjónbandaløgini eru tilnevnd til ársins myndlistarligi samleiki, og so er Elinborg sjálv tilnevnd til ársins tónaskald,
Elinborg gongur á odda í FMA-tilnevningum í ár. Tær eru fimm í tali (Mynd: Bárður Lydersen)
Elinborg á baki kemur Jasmin Mote við fýra tilnevningum, meðan Marianna Winter og Lyon Hansen hava hvør sínar tríggjar.
Ársins útgáva
“Í Ævir” - Elinborg
“It's been a while” - Jazzygold
“Skull-Sized Kingdom” - Lyon Hansen
“Sólskin” - Stanley Samuelsen
“Tá hvørt ljós líkist tær” - Benjamin Rajani
Ársins ser-útgáva
"Live í Maggies '18" - Arnold Ludvig Quintet
"Movements 1" - Afenginn
"Seinasta Paradís á Jørð" - Hettarher
"Nordic Classical Guitar" - Ragnar Olsen
"Minnisgripir" - Kalas
Ársins sangur
"Cake (Baddies Edition)" - Jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney
"Kamarið" - Tøgn
"Patio" - Marianna Winter
"Blóð" - Elinborg
"Tveitan" - Tunghoyrt
Nýggi føroyski super-boy-bólkurin Tøgn er tilnevndur bæði til ársins sang fyri "Kamarið" og sum ársins spíri
Ársins tónaskald
Hettarher fyri verkið "Seinasta Paradís á Jørð"
Elinborg Pálsdóttir fyri verkið "Í Ævir"
Jasmin Mote fyri verkini "It’s been a while", "Cake" og "Cake (Baddies Edition)"
Arnold Ludvig fyri verkið "Live í Maggies ‘18"
Lyon Hansen fyri verkið "Skull-Sized Kingdom"
Ársins spíri
Hoym
Kalas
Tunghoyrt
Tøgn
Ronja
Vár Miðberg, ið allir føroyingar kunnu uppliva í Kringvarps-tónleikarøðini Hoydalar hóskvøld, er tilnevnd til ársins tónleikara (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ársins tónleikari
Vár Miðberg
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Jólasoul, Tina Mellem, Femininomen, ÁSA,
Gówa, Dania O. Tausen, Volapuck, Johanna, Ark Lovsang, Zahles husorkester, v.m.
Vinjar Egilsnes Petersen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: jazzygold, Jólasoul, Andervel, Elinborg,
Sakaris, GØ, Ester Skala, Guðrið Hansdóttir, Døgg Nónsgjógv, Vinjar, v.m.
Heðin Ziska Davidsen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tjant, FRUM, Elinborg, Afenginn, Klingra,
Marius Ziska, Resterne af rigsfællesskabet, Kóboykex, Yggdrasil, v.m.
Eyðun Johannesen
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Lenu Anderssen, Jól við Løkin, Í menniskjum
góður tokki, Hallur Joensen, M.C. Restorff heiðurskonsert, Fríði Sigmundsson og
Ingmar, v.m.
Helge M. Greve
Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tunghoyrt, Alto og vinnarin av Stella Polaris
2025.
Lyon Hansen er tilnevndur tríggjar ferðir fyri sína sterku útgávu "Skull-Sized Kingdom" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ársins tekstur
"Kærleikin" eftir Elinborg Pálsdóttir
"Summar nætur" eftir Lyon Hansen
"The Benefactor" eftir Jón Klæmint Hofgaard
"Eina aftrat" eftir Ásu Helenu Brynjarsdóttir
"Patio" eftir Marionnu W. Nagata
Ársins myndlistarligi samleiki
Frum hevur altíð arbeitt nógv við sínum myndlistarliga útrykki, og á plátuni “Íða / Whirlpool”, verður hetta enn meira heilstoypt. Frum er tilnevnd fyri plátuhúsan, sølulutir, pallsetan og myndlistarliga samleikan á palli og talgildum miðlum.
Ester Skála hevur ein sera gjøgnumførdan og samanhangandi myndlistarligan samleika, ið kennist sum eitt nátúrligt framhald av hennara tónleiki. Hetta er heilstoyptur pink poppur. Tilnevningin er fyri látuhúsan til "Unicorn" og samleikan á palli og talgildum miðlum.
Føroyskt/bretski bólkurin Tweed & Hyenas hava skapt ein av flottastu plátuhúsum í árinum, við serstakliga vakrari og djúphugsnari illustratión, hesin estetikkur gongur eisini aftur á teirra sosialu miðlum. Tilnevningin er fyri plátuhúsan til “saltations”.
jazzygold hevur seinnu árini givið fleiri góð sjónbandaløg út. Á sjónbandinum "Welcome to my head" tykist hon enn meira greið í sínum stíli, og svart/hvíti heimurin og persónligu myndaevnini raka væl nervan í hennara tónleiki.
Elinborg hevur eitt greitt og heilstoypt myndlistarligt úttrykk, ið sæst aftur gjøgnum alt, ið hon ger: á palli, á plátuhúsanum til "Í Ævir" og á sjónbondunum "Blóð" og "Vatnins verur". Fyri heildina er hon tilnevnd.
Lyon Hansen, Vinjard Egilsnes Petersen, Eliborg Pálsdóttir og Marianna Winter eru øll FMA-tilnevnd í ár (Mynd: Bárður Lydersen)
Tær virðislønir sum ongar tilnevningar hava eru:
Ársins átak
Ársins tónleikaheiður
Ársins útflutningsvirðisløn
Ársins jingla
Ársins áhoyraravirðisløn.
































