Alto er ein samanrenning av fleiri tónleikastílum

Alto er ein samanrenning av fleiri tónleikastílum
Limirnir lýsa tónleikin sum jass fusión popp. Flestallir spæla við øðrum bólkum eisini, og tað meta teir vera ein stóran fyrimun.
 
13.02.2026 - 11:23

Mánamorgunin var á sosialum miðlum sagt frá, at eitt tøkt pláss var at spæla í Studio 5. Tað gekk bara lítil løta, so hevði ein bólkur gjørt vart við seg.

Hann eitur Alto, og manningin telur fimm ungar menn um 19-20 ára aldur.


Mynd: Bárður Lydersen

Bólkurin hevur higartil bara spælt einar fýra konsertir, og mest sum einki er at finna um hann á netinum.

Hetta fer tó væntandi skjótt at broytast, tí talan er um ógvuliga evnaríkar og kreativar tónleikarar.

- Vit hava eina rúgvu av tilfari, siga teir sum við ein munn.


Mynd: Bárður Lydersen

Tá teir koma saman, gongur tað rættiliga skjótt at gera nýtt tilfar.

Onkur kemur við einum hugskoti, nøkrum akkordum ella einari reglu. Síðani siga hinir, hvat teir halda.

Onkuntíð verður tað skotið niður, men tað skal man eisini tola, eru teir samdir um.


Mynd: Bárður Lydersen

Oftast verður hugskotið kortini loftað og síðani verður arbeitt víðari við tí.

Enn er eingin studioupptøka við bólkinum, men í mai er ætlanin at taka upp.

Og longu fríggjadagin ber til at hoyra Alto á palli. Tá eru teir ein av trimum, ið fara at spæla í Perluni í Havn.  


Mynd: Bárður Lydersen

Limirnir í Alto eru:

Jónas Vesturklett - sang
Helge Marius Greve - klaver og gittar 
Treysti Holm - el gittar 
Heini Hofgaard - bass
Alfred Moyell - trummur



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Alto


 
1794785

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045