Hondbóltsstjørnur vitja við Tjarnir

Hondbóltsstjørnur vitja við Tjarnir
Elias við týska Kiel, Óli við danska GOG og Allan og Bjarni við íslendska Vali. Øll hesi vitja føroyska H71 til venjingarkapping við Tjarnir í august
Elias Ellefsen á Skipagøtu kemur til Føroyar at spæla venjingardystir í august saman við hinum stjørnunum í THW Kiel
Mynd: THW Kiel  
 
16.02.2026 - 16:15

Elias Ellefsen á Skipagøtu við THW Kiel. Óli Mittún við GOG. Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi við Vali. 

Hesar føroysku landsliðsstjørnurnar koma til Føroya við feløgum sínum at spæla venjingarkapping við Tjarnir í august, har H71 bjóðar av og av álvara fær seg roynt.

THW Kiel er sigursvandasta felagið í Týsklandi, og umframt Elias Ellefsen á Skipagøtu spæla stórstjørnur sum Andreas Wolff, Domagoj Duvnjak og Magnus Landin í svarta og hvíta búnanum hjá norðurtýska risanum.

GOG hevur vunnið danska meistaraheitið níggju ferðir, men er minst líka kent fyri at uppala stórar hondbóltsstjørnur. Millum hesar teljast heimsins besti hondbóltsspælari Mathias Gidsel landsliðsfelagin Simon Pytlick.

Í løtuni er landsliðsspælarin Óli Mittún millum størstu talentini í gulu og reyðu búnunum hjá fjónliðnum. Triðja útlendska liðið í venjingarkappingini er íslendska meistaraliði Valur, har Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi spæla. 

H71 er hepna føroyska liðið, sum skal royna seg ímóti sterku útlendsku feløgunum við føroysku landsliðsspælarunum í týðandi leiklutum.

Wenzel Nordic Cup verður 13. til 16. august. Enn er ikki greitt, hvussu liðini spæla hesar dagarnar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609