Miðar eftir at leggja álitið um Suðuroyartunilin fram í dag

Miðar eftir at leggja álitið um Suðuroyartunilin fram í dag
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, sigur, at hóast freistin at leggja álitið fram, er farin, ætlar hon ikki at biðja um nýggja freist
Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í fíggjarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2026 - 08:11

Álitið hjá fíggjarnevndini í málinum um uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum, er ikki liðugt, hóast freistin at skriva álit fór í gjár, 18. februar.

Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini veit ikki, um álitið kemur úr nevndini í dag, men hon miðar eftir tí.

- Eg miði eftir, at vit verða liðug seint í kvøld, sigur hon. Men um málið kann verða lagt fram í kvøld, veldst um, hvussu drúgvur tingfundurin verður í dag. Og tað er tingforkvinnan, sum ger av, nær málið verður lagt fram, sigur hon.

Eftir at nevndin er liðug at skriva álit, skal tað eisini til tekniska uppseting, og tí er ilt at siga, nær framløgan kann vera, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Freistin var longd

Fíggjarnevndin hevði upprunaliga freist til 14. januar at koma við áliti. Henda frestin varð síðani longd til 18. februar, sum var í gjár.

- Nú er ikki nógv eftir, og man kann altíð biðja um eina nýggja freist, men tað er ikki neyðugt, tá arbeiðið næstan er liðugt, sigur forkvinnan í nevndini.

Fíggjarnevndin fer á fund klokkan hálvgum tíggju.

Álitið um pensjónsaldurin, sum hevði freist til 16. januar, er heldur ikki komið enn.

Men trivnaðarnevndin hevur eisini fund fyrrapartin.  

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan ellivu, eru fleiri fyrstu og aðru viðgerðir, umframt framløga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528