- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! 2026: Clickhaze aftur at hoyra á Sandinum

Fólk hava til fánýtis júkað um tað í rættiliga nógv ár. Men nú hendir tað.
Legendariski rokkbólkurin Clickhaze fer aftur á pallin at framføra á G! festivalinum í ár.
Ja, tú las rætt! Fólkini, ið vóru við til at stovna G! festivalin og at sparka dyrnar út til altjóða pallin upp á víðan vegg fyri føroyskan tónleik, fara aftur á pallin á Sandinum, har tey ikki hava staðið síðani 2003.
Fræið til, at Clickhaze nú fer á pallin aftur, bleiv sátt í sambandi við heiðurskonsertina fyri oddamanninum Peturi Pólssyni í Løkshøll í januar, tá Clickhaze fór á pallin og framførdi tveir sangir fyri Peturi. Petur Pólson hevur havt heilsuavbjóðingar eftir fyrst ein blóðtøpp og síðani eina heilsabløðing fyri nøkrum árum síðani.
Stovnaður til Prix Føroyar 1999
Clickhaze bleiv stovnaður til Prix Føroyar-kappingina í 1999, og hevur við árunum fingið nærmast eina mýtologiska støðu.
Serliga eftir, at Clickhaze í 2001 vann Prix Føroyar-kappingina, tók bólkurin veruligt dik á seg.
Tað er kanska ikki so undarligt, tá hugt verður eftir manningini í bólkinum:
Eivør Pálsdóttir
Petur Pólson
Høgni Lisberg
Mikael Blak
Jens L. Thomsen
Bogi á Lakjuni
Jón Tyril
Gingu undan
Hesi sjey ganga aftur í so nógvum bólkum, á so nógvum plátum og í so nógvum tónleikaligum samanhangum, at tað er nærum ógjørligt at nevna alt.
"Vit vildu gera ein ordiliga góðan tónleikabólk, sum skuldi spæla egnan tónleik. Hesin tónleikur skuldi eisini gerast burtur úr riffum og rýtmum – meiri enn einum kassagittara ella klaveri, ið er tann vanligi mátin at skriva sangir uppá." (Samrøða við Jón Tyril til Rokksøguna 19.02.2007)
Hóast livitíðin hjá Clickhaz ikki var long, so spurdist nakað av tí besta, ið føroyski tónleikapallurin hevur fostrað, burtur úr frumevnunum í bólkinum.
Nevnast kunnu sum Eivør, ORKA, Hogni, Petur Pólson og ikki minst sjálvur G! festivalurin. Tað vóru nevniliga limirnir í Clickhaze og vinfólk hjá teimum, ið tóku stig til G! í 2002. Í grundini hava limirnir í Clickhaze gingið undan, tí fleiri teirra hava víst vegin og liva í dag sum yrkistónlistafólk.
Kingo tøvt saman við tripphopp
Clickhaze skapti eisini eitt serføroyskt ljóð, ið hevur givið bólkinum eina serstøðu.
Ljóðið bleiv spunnið burtur úr broddinum á nøkrum so rótføroyskum sum kingo, kvæðu og skaldrum, sum bleiv tøvt uppí altjóða rák sum tripphopp og onnur, sum var frammi um aldarmótið.
Tónleikakirkjan Grót
Vøggan hjá Clickhaze var Losjan við Gøtugjógv, sum tónleikasamtakið Grót hevði fingið loyvi at nýta sum tónleikapall.
Í Grót bleiv rokktónleikur tikin í størsta álvara og skuldi metast sum ein listagrein á jøvnum føti við aðrar.
Í Føroysku rokksøguni verður journalisturin Jan Lamhauge siteraður fyri at hava skrivað í Dimmalætting um Grót, at felagið minti mest av øllum um eina tónleikakirkju, har boðskapur hennara er, at tónleikur ikki bara er undirhald fyri fullum fólki í dansistovuni.
"Tónleikur við sterkum samleika eigur at verða dyrkaður á konsertum, har áhoyrararnir rúsast av tónleiki heldur enn av sterkum løgi. Grót vildi vekja føroyingar burtur úr tónleikaligari líkasælu, sum felagið metti vera ráðandi fyri tónleikapallin, tá Grót tók seg upp." (Føroyska rokksøgan, "Grót", s. 284)
Tað var úr hesum jørðildi, at Clickhaze spratt.
Clickhaze anno 2026
Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16. - 18. juli
Higartil kunngjørd tónleikanøvn:
Clickhaze (FO)
Frændur (FO)
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Moyka (NO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Tunghoyrt (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)



























