Jóhanna: Pápi er mín klettur

bannari
Jóhanna: Pápi er mín klettur
Jóhanna var tvey ára gomul, tá hon fór til pápan at búgva. Mamma, ið doyði, tá Jóhanna var 14 ár, var sálarliga illa fyri. "Mín móðir" hjá Eivør var ein kvøða til mammuna
Lívið hevur ikki altíð verið lívstykkinum Jóhonnu so lætt. Men hon er takksom fyri lívið, og leggur sítt álit á Harran
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2026 - 21:00

Tá 18 ára gamli Hoydalar-spírin Jóhanna Sámalsdóttir er eitt lívsstykki. Men lívið hevur ikki altíð verið lívstykkinum Jóhonnu eins lætt.

Tá Jóhanna tosar um pápan, Sámal Jacob Debes Olsen av Toftum, gerst røddin mild.

"Pápi mín er bara mín klettur. Hann er mín besti vinur. Vit kunnu gera alt saman, og vit kenna hvønn annan so ræðuliga væl," greiddi ein rørd og takksom Jóhanna frá í triðja parti av Hoydalar, tá spírarnir tulkaðu sangir hjá Eivør. 

"Mann tosar ikki nóg nógv um, hvussu góður mann er við fólk. Tey eru hara bara. Tað er ikki fyrr enn tey ikki eru har, at mann hugsar um tað."


Jóhanna saman við Jóhannes á Rógvu, bassleikara, og kapellmeistaranum í Hoydølum, Kim Hansen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Mín móðir

Jóhanna valdi at tulka sangin "Mín móðir" hjá Eivør, tí sangurin hevur ein serligan týdning fyri hana. Jóhanna misti mammu sína sum 14 ára gomul.

"Mamman var ræðuliga sálarliga illa fyri og hevði upp- og niðurtúrar. Mín uppvøkstur hevur verið soleiðis, at eg havi bara búð tvey ár saman við henni sum heilt lítil, áðrenn eg flutti út til pápa mín, har eg havi búð síðani," greiðir Jóhanna frá. 

"Pápi mín hevur verið mín mamma og mín pápi, og eg eri so ræðuliga glað fyri hann. Hann hevur hjálpt mær so nógv."

 

Ein kvøða til mammuna

Fyri Jóhonnu var framførslan av "Mín móðir" hjá Eivør hennara kvøða til mamma sínu. 

"Tað hevur hon ikki fingið frá mær fyrr," staðfesti Jóhanna."

 

Himmalski friðurin

Tá ið mamman doyði, var Jóhanna ikki bara kedd. Hon hevði eisini ein frið í hjartanum, tí hon er trúgvandi og var sannførd um, at mamman nú hevði tað gott.

"Eg eri takksom fyri at hava tann friðin at trúgva, at tey, vit hava kær enda í tí himalska friðinum," sigur Jóhanna. 

Trúgvin hevur eisini verið ein berandi megi í lívi hennara. Hon sigur sjálv, at hennara trúgv hevur alt at siga, og tá ið hon leitar sær hjálp, søkir hon fyrst og fremst Harran. 

”Summi halda kanska, at tað er keðiligt at vera trúgvandi, men tað haldi eg ikki. Tað er gleðiligt,” sigur hon.


Jóhanna slappar av handa leiktjaldið í Hoydølum saman við Emmu, Filip og Sophiliu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

At finna frið í ófriði

Jóhanna sær Eivør sum eina fyrimynd - eina, ið vísir, at hóast ein býr í Føroyum, ber til at fylgja sínum dreymum.

Men Jóhanna heldur, at torført at finna frið í øllum ófriðinum í heiminum.

"Tað kann vera torført at kobla frá. Serliga sosialu miðlarnir kunnu ávirka og gera tað trupult at finna frið," sigur hon.

”Eg haldi, tað er hart at vera ung. Tað eru so nógv krøv.” 

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
Temasíðan: Hoydalar

Sprírar: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia
Stjørnur (higartil): Martin Joensen, Eyðun Nolsøe & Eivør

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. februar
Skratsj 25. februar 2026
204806
Mikudag 25. februar
Eitt korter við klassiskum
204805
Mikudag 25. februar
Lesið reglurnar væl
204795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693