Fyribils leiðsla tekur við í Iran

Fyribils leiðsla tekur við í Iran
Ein fyribils leiðsla er sett í Iran, eftir at ovasti leiðarin í landinum, Ayatollah Ali Khamenei, var dripin í gjár
Masoud Pezeshkian, forseti í Iran, fer at standa fyri fyribils iran leiðsluni saman við løgfrøðinginum, Ayatollah Alireza Arafi.
Mynd: Savnsmynd (Irans Presidential Website/Reuters/Ritzau Scanpix)  
 
01.03.2026 - 14:09

Ein nýggj, fyribils leiðsla er sett í Iran, eftir at ovasti leiðarin í landinum, Ali Khamenei, var dripin í gjár.

Løgfrøðingurin, Ayatollah Arafi, fer - saman við forsetanum, Masoud Pezeshkian - at standa fyri fyribils leiðsluni.

Í nátt váttaðu fleiri miðlar, at iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, er deyður.

Sambært Reuters tíðindastovuni var Khamenei staddur á skrivstovu sínari í heiminum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, tá hann varð raktur og doyði.

 

Ein beinleiðis krígsavbjóðing

Drápið av Khamenei er ein beinleiðis krígsavbjóðing móti muslimum, segði iranski forsetin Masoud Pezeshkian, í morgun.

At hevna tey, sum hava ábyrgdina av deyða Khameneis, er bæði rætturin og skyldan hjá iranum, segði forsetin sambært Reuters tíðindastovuni.

Iranska almenna sjónvarpið boðaði frá, at Khamanei var deyður í álopunum, sum Ísrael og USA framdu.

- Leiðarin og imamurin hjá muslimum. Hansara hátign Ayatollah Seyyed Ali Hosseini Khamenei er farin, segði grátandi verturin í almenna iranska sjónvarpinum millum annað.

Fráboðanin kom, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, longu hevði sagt, at Khamenei var dripin og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevði boðað frá, t húsini hjá Khamanei í Teheran vóru rakt av hørðum álopum.

Umframt Khamanei eru fleiri onnur hernaðarfólk í høgum størvum í Iran dripin, skriva altjóða miðlar.

Sambært iranska almenna sjónvarpinum er hernaðarleiðarin, Abdolrahim Mousavi, dripin í einum álopi.

Í morgun boðar miðilin, sambært Reuters tíðindastovuni og CNN, frá at bæði Abdolrahim Mousavi, og verjumálaráðharrin, Aziz Nasirzadeh, eru millum teirra í ovastu leiðsluni í iranska herinum, sum eru dripnir.

 

Iransk álop halda fram

Iran hevur tikið uppaftur mótálop síni, og heldur fram at loypa á amerikonsk mál í økinum, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Tað var tíðliga gjáramorgunin, at Ísrael og USA lupu á mál í Iran, sum svaraði aftur við at skjóta rakettir móti fleiri av grannalondunum. 

Álopini í miðeystri halda fram, og AFP tíðindastovan skrivaði fyrrapartin, at fleiri spreingingar vóru at hoyra í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, í morgun.

Ísraelski herurin váttar, sambært AFP, at ein nýggj røð av álopum er sett í verk móti Teheran, og at ísraelski herurin loypir á mál hjá iranska stýrinum í Teheran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483