Iranski leiðarin deyður

Iranski leiðarin deyður
Drápið av iranska leiðaranum, Ayatollah Ali Khamenei, er ein beinleiðis krígsavbjóðing móti muslimum, sigur iranski forsetin Masoud Pezeshkian, í morgun
Iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, doyði í álopunum, sum Ísrael og USA framdu i gjáramorgunin.
Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.03.2026 - 10:11

Í nátt váttaðu fleiri miðlar, at iranski leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, er deyður.

Sambært Reuters tíðindastovuni var Khamenei staddur á skrivstovu sínari í heiminum í iranska høvuðsstaðnum, Teheran, tá hann varð raktur og doyði.

Drápið av Khamenei er ein beinleiðis krígsavbjóðing móti muslimum, sigur iranski forsetin Masoud Pezeshkian, í morgun.

At hevna tey, sum hava ábyrgdina av deyða Khameneis, er bæði rætturin og skyldan hjá iranum, segði forsetin sambært Reuters tíðindastovuni.

Iranska almenna sjónvarpið boðaði frá, at Khamanei var deyður í álopunum, sum Ísrael og USA framdu.

Fráboðanin kom, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði sagt, at Khamenei var dripin og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevði boðað frá, at húsini hjá Khamanei í Teheran vóru rakt av hørðum álopum.

Umframt Khamanei eru fleiri onnur hernaðarfólk í høgum størvum í Iran dripin, skriva altjóða miðlar.

Sambært iranska almenna sjónvarpinum er hernaðarleiðarin, Abdolrahim Mousavi, dripin í einum álopi.

Í morgun boðar miðilin, sambært Reuters tíðindastovuni og CNN, frá at bæði Abdolrahim Mousavi, og verjumálaráðharrin, Aziz Nasirzadeh, eru millum teirra í ovastu leiðsluni í iranska herinum, sum eru dripnir.

Iran hevur tikið uppaftur mótálop síni, og heldur fram at leypa á amerikonsk mál í økinum, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Tað var í gjáramorgunin, at Ísrael og USA lupu á mál í Iran, sum svaraði aftur við at skjóta rakettir móti fleiri av grannalondunum. 

Álopini í Miðeystri halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028