Búskaparráðið: Størri búskaparvøkstur enn mett

Búskaparráðið: Størri búskaparvøkstur enn mett
Metingin av búskaparvøkstrinum í fjør er hækkað munandi í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum eisini finst at landi og kommunum fyri at hava hall í bestu tíðum
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, sum í dag leggur fram várfrágreiðingina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2026 - 13:58

Búskaparráðið hevur fyri løtu síðani almannakunngjørt várfrágreiðingina, sum skal vísa búskaparligu konjukturgongdina í Føroyum.

Sambært frágreiðingini gongur væl í føroyska búskapinum. Vøksturin í leypandi prísum í fjør var mettur til 2,0 prosent í heystfrágreiðingini. Men nú er vøksturin fyri 2025 mettur til 5,8 prosent. Metingin fyri í ár er 6,2 prosent, sum er at kalla óbroytt.

 

Størri búskaparvøkstur enn væntað

Búskaparligu vísitølii eru positiv, og tað er fyrst og fremst privata nýtslan og útflutningurin, sum toga vøksturin upp í 2026, sigur Búskaparráðið.

Fyri pelagiska fiskiskapin væntast betri prísir í 2026 og kvotuniðurskurð á makreli og svartkjafi. Harafturat væntast vøkstur bæði í nøgd og prísi á laksi, sum tilsamans merkir, at útflutningsvirðið fer at hækka.

 

Hall í almenna geiranum í bestu tíðum

Landskassin hevur væntandi eitt hall upp á umleið 50 milliónir krónur í fjør. Tað er frægari enn 390 milliónir krónur í halli, sum áður mett. Orsøkin til betraða úrslitið er, at raksturin er betraður. Kommunurnar fara væntandi eisini at hava hall.

Búskaparráðið finst at bæði landi og kommunum fyri at hava hall í bestu tíðum. Um almennar útreiðslur til rakstur og íløgur hækka í góðum tíðum, so er tað við til at ovurhita búskapin. Og tað rindar alt samfelagið fyri við hægri prísum.

Tað er bráðneyðugt at fáa búskapin hjá tí almenna at hanga saman nú og í framtíðini, men politiski myndugleikin er sera trekur at gera tær nýskipanir og sparingar, ið skula til, sigur Búskaparráðið m.a. í várfrágreiðingini frá Búskaparráðnum.

Les frágreiðingina her. 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194