Spurningar & Svar: Emma

bannari
Spurningar & Svar: Emma
Løtan, tá hon skuldi syngja fyri Eivør, var tað trupulasta í Hoydølum, heldur Emma, ið nevnir felagsskapin við øll hini sum tað mest minniliga við luttøkuni
Felagsskapurin hevur verið tað mest virðismikla við at luttaka í Hoydølum, heldur Emma
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2026 - 21:00

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydølum?

»Fyri at royna okkurt nýtt og spennandi, og fyri at fáa eina góða uppliving.« 

 

Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?

»At sleppa at royna míni mørk av, og so heilt sikkurt felagskapurin.« 

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?

»Tá vit øll høvdu tað skeg og hugnaðu okkum. Har eru so nógvar góðar løtur, at eg kann ikki velja eina.«


Felagsskapurin millum spírarnar í Hoydølum er nakað, ið Emma hevur virðismett við luttøkuni (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka?  

»Tíðarneyðin, og at onki kann vera perfekt, sjálvt um mann so gjarna vil, at tað skal vera perfekt.« 

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung?

»Tá ið Martin (Joensen) fortaldi um sína lívssøgu.« 

 

Hvussu er at síggja seg sjálva á skíggjanum?

»Løgið at byrja við. Heilt sikkurt ikki nakað, ið mann er vanur við.« 


Emma heldur, at tað var serliga rørandi at lurta eftir Martini Joensen siga sína lívssøgu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvør sangur hevur rørt teg mest?

»Hjá mær er tað "Morgun" hjá Martini Joensen. Og so rørdi sangurin "Hvítar flykrur" meg eisini, tá ið Anna Lovisa sang hann. 

 

Hvørja framførslu vart tú mest nervøs um frammanundan og hví?

»Tá eg skuldi syngja fyri Eivør. Tað var mest tí, at eg ikki føldi meg klára, og tí eg ikki føldi, at framførslan riggaði so væl.« 

 

Hvat vónar tú at fáa burtur úr at luttøkuni?

»Kanska betri møguleikar innan tónleikapallin í framtíðini.« 

 

Vil tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydølum, um tað verður ein sesong 2?

»Ja 100 prosent. Eg havi fingið vinir fyri lívið og eina góða uppliving burturúr.«


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
Temasíðan: Hoydalar

Sprírar: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia
Stjørnur (higartil): Martin Joensen, Eyðun Nolsøe, Eivør og MC Restorff

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345