Dani ákærdur fyri hvítvask fyri hálva millión krónur

Dani ákærdur fyri hvítvask fyri hálva millión krónur
Ákærdi maðurin skal hava fingið tær 481.366 krónurnar í hondina í Føroyum
Málið kemur fyri rættin fríggjadagin.
 
04.03.2026 - 08:28

Ein 29 ára gamal dani skal í Føroya rætt fríggjadagin.

Hann er ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask.

Sambært ákæruritinum er talan um næstan hálva millión.

Neyva talið er 481.366 kr.

Hvítvaskingin skal vera gjørd frá 31. mai til 3. juni í 2021.

Hon var gjørd saman við fólki ella sambært avtalu við fólk í Føroyum og í Danmark.

Politiið hevur ongan annan skuldsett.

 

Fekk pengarnar í hondina

Ákærdi maðurin skal hava fingið tær 481.366 krónurnar í hondina í Føroyum.

Pengarnir vóru beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi, sigur politiið.

Maðurin keypti elektroniska útgerð frá tveimum handlum í Havn fyri 97.500 kr. Dagin eftir læt hann útgerðina innaftur.

Frá øðrum handlinum fekk hann pengarnar fluttar. Frá hinum fekk hann teir í hondina.

Maðurin ætlaði sambært ákæruritinum at flyta pengarnar til Danmarkar. Men tað miseydnaðist, tí politiið tók hann. 

Ákæruvaldið krevur, at hald verður lagt á 481.366 krónur.

Ákærdi maðurin noktar seg sekan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162