
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydalar?
»Eg helt, at tað var ein gyltur møguleiki at sleppa at gera okkurt, sum eg tími ógvuliga væl, og samstundis vísa øðrum mína rødd og hvat eg dugi. Í byrjanini visti eg, heilt erligt, ikki ordiliga, hvat tað var eg segði ja til, og hvussu stórt alt fór at verða. Men eg eri ótrúliga glaður fyri, at eg segði ja. Eg kundi ikki ímyndað mær hetta úrslitið!«
Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?
»Tað besta hevur verið felagsskapurin. Tað at sleppa at vera saman við so fittum og dugnaligum fólkum, sum hava somu áhugamál sum eg - bæði frammanfyri og aftanfyri upptøkutólini. Tað hevur verið læruríkt og ótrúliga stuttligt.«
Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?
»At sleppa at uppliva onnur ung og áhugaði framføra sangir so væl frammanfyri teimum, sum hava gjørt sangirnar. Tað var bara okkurt heilt serligt við tí.«
Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka?
»Tað, sum eg helt vera mest avbjóðandi, var at skula hugsa um so nógv ymisk ting, meðan eg framførdi. Eg skuldi hugsa um, hvussu eg skuldi vera frammanfyri stjørnini og upptøkutólunum, hvussu eg skuldi syngja sangirnar, tekstin og samstundis spæla gittara. Tað var nýtt fyri meg, men eg helt sjálvur, at tað var bæði stuttligt og mennandi, at sleppa at royna tað í sendingini. Eisini var tað avbjóðandi, at vit høvdu so lítla tíð at venja, áðrenn vit skuldu framføra sangirnar. Tá ið eg framførdi við gittara, hevði eg báðar ferðir fingið tað at vita dagin fyri, og tí var tað eyka torført. Men eg haldi, at tað gekk væl.«
Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung?
»At hoyra um fortíðina hjá Jóhonnu í partinum við M.C. Restorff, har hon fortaldi, hvussu hon kendi seg aftur í sanginum, sum hon tulkaði. Tá bleiv eg sera rørdur, og eg helt, at Jóhanna var sterk, tí hon tordi at fortelja okkum søguna hjá sær.«
Hvussu er at síggja seg sjálvan á skíggjanum?
»Ógvuliga undarligt. Eg hevði ongantíð væntað, at eg nakrantíð skuldi vera í sjónvarpinum. Nú siti eg og síggi meg sjálvan syngja og framføra í sjónvarpinum. Tað er ein stór gáva. Sjálvt um tað er undarligt, so eri eg ótrúliga glaður fyri møguleikan, og glaður fyri at síggja meg sjálvan klára tað væl!«
Hvør sangur hevur rørt teg mest?
»Hjá mær sjálvum, so helt eg, at "Elisabet og Elinborg" var tann mest rørandi sangurin fyri meg at syngja. Annars helt eg, at "Hvítar flykrur" var heilt ótrúliga vakur og kensluborin, og at Anna Lovisa sang hann so ótrúliga væl við einari framúr tulking.«
Hvørja framførslu vart tú mest nervøsur um frammanundan, og hví?
»Eg var mest nervøsur at framføra "Elisabet og Elinborg" fyri Eivør. Sangurin var kensluborin, og var eitt heilt annað slag av sangi enn teir, eg vanliga plagi at syngja. Eg havi tað lættast við at syngja lættar og lívligar sangir, og tann sangurin var nemliga tað øvuta av tí. Hann kravdi kanska eitt sindur meira av bæði mær og mínari rødd. Men eg eri sera glaður fyri at hava sloppið at sungið hann uppá júst tann mátan, ið eg sang hann, og aftaná var eg fegin um avrikið. Ikki minst glaður fyri at sleppa at framføra frammanfyri Eivør!«
Hvat vónar tú at fáa burtur úr at luttøkuni?
»Eg vóni, at fólk taka væl ímóti mínum avrikum, og at tey fáa gott undirhald burtur úr mínari luttøku. Eg vil gjarna eggja øðrum til at tora, líka sum eg gjørdi, og at taka tað stóra fetið og traðka fram. Sjálvt um tað ikki altíð eydnast fyrstu ferð, so skal mann blíva við at kempa.«
Vil tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydalar, um tað verður ein seasong 2?
»Tað vil eg heilt sikkurt! Upplivingin hevur verið ein av teimum bestu í mínum lívi, og eg eri ótrúliga glaður fyri møguleikan. At fólk sleppa at síggja og hoyra tað, sum eg havi arbeitt við, er ein stór gáva, sum eg eri sera takksamur fyri. Tað vænti eg eisini, at onnur áhugaði líka sum eg, høvdu hildið. Eg eri so glaður fyri møguleikan, og eg haldi sanniliga, at onnur skuldu roynt at luttikið, um tey hava hug til tað!«
Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón
Temasíðan: Hoydalar
Sprírar: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna & Sophilia
Stjørnur (higartil): Martin Joensen, Eyðun Nolsøe, Eivør og MC Restorff