Birkblog-ummæli: Hoydalar er eitt føroyskt Matador

bannari
Birkblog-ummæli: Hoydalar er eitt føroyskt Matador
Hoydalar hevur havt so góða fastatøku á føroyingum í øllum aldrum, at røðin kann samanberast við kendu donsku sjónvarpsrøðina "Matador", heldur Birgir Kruse, mentanarmiðlari
Annika Hoydal kringsett av Kringvarpsfólki og Mariu Winther Olsen, framleiðara
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2026 - 21:59

Seinastu fimm vikurnar hevur Kringvarps Føroya tónleika- og familjurøðin Hoydalar rulla eftir skíggjunum kring landið. 

Móttøkan hevur ikki sæð sín líka í nýggjari, føroyskari sjónvarpssøgu. 

Øll fimm hóskvøldini, hevur Birgir Kruse, ið miðlar um mentan á sínum bloggi BirkBlog, sitið klárur við knappaborðið at ummæla sendingina. 

Rósandi orðini hava skolað oman yvir framleiðsluna, og fimti í seinasti partur, har Annika Hoydal var stjørnan, ið spírarnir tulkaðu sangir hjá, er einki undantak. 

 

Savnað tjóðina

Birgir Kruse staðfestir, at tað er langt ímillum, at ein burtur av føroysk miðlaframleiðsla hevur savnað tjóðina, eins og Hoydalar hevur. Birgir Kruse fer so langt sum at samanbera við Hoydalar. Hann skrivar:

"Uttan tematiskar líkleikar, men bara mált eftir fastatøkum á áskoðarum, peika (Hoydalar) á "Matador" í Danmark. So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark."

Birgir Kruse fegnast eisini um, at tað í morgun bleiv kunngjørt, at tað verður gjørd ein seasong tvey av Hoydølum.


Birgir Kruse, mentanarmiðlari, var boðin fram við í Hoydølum, meðan upptøkurnar til røðina blivu gjørdar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Birgir Kruse, mentanarmiðlari, ið hevur bloggin BirkBlog, hevur ummælt fimta og seinasta part av røðini Hoydølum: 

Annika Hoydal var vælvalda og ikoniska stjørnan í fimtu og seinastu sending hjá Per Zachariasen og Mariu Winther Olsen við spírunum úr Hoydølum, sum ein hópur av Kringvarpsfólki hevur gjørt.

Sum er við væleydnaðum sjónvarpsrøðum, ið eg ikki minnist so góðar úr okkara egna landi, í meiningsskapandi týdningi og undirtøku, vil eg, tó uttan tematiskar líkleikar, men bara mált eftir fastatøkum á áskoðarum, peika á "Matador" í Danmark. So sterkt er knýtið til føroyska áskoðaran í hesi burturav føroysku miðlaframleiðslu. Sum "Matador" í Danmark.


Teir seks spírarnir í Hoydølum, Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Sophilia, Filip og Jóhanna, hava í fimm hóskvøld á rað berg- og hugtikið føroyingar við sínum framúrskarandi framførslum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoydalar kemur aftur

Og nú vit í kvøld sóu seinasta part av "Hoydølum" er tað ein linni, at fáa at vita frá Finni (Koba) í Kringvarpinum, at tey fara at gera eina sesong tvey, eitt framhaldandi umfar ella tvey.

- Vit fara at søkja eftir ungum spírum longu nú, hóskvøld, at melda seg til upptøkuroynd, sigur Finnur Koba.

Gott at Kringvarpið skapar eitt so gott tilboð til hyggjaran og hjúklar um produktið so hvørt og alla tíðina, og nú heldur fram. Júst hetta við kontinuiteti, óslitnum framhaldi, av væleydnaðum sendingum, sum ikki sleppa at doyggja, men støðugt verða foredlaðar, so staying power verður eitt gylt og vælpussað motiv í Kringvarpinum.

Eins og í undanfaru sendingum byrjar Thomas Koba við djúpgyltu reklamurøddini og leiðir okkum inn í Hoydalar og skapar klassiska slitið millum nútíðina og floygdu pisurnar, sum langt síðan eru farnar, og nú sleppa at gera eitt come back í tómu hølunum.

Framúr.


Annika Hoydal, ið herfyri fylti fýrs ár, var vælvald sum stjørna í Hoydølum, heldur Birgir Kruse (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gesturin er hin elsti, føddur í 1945, ikonin, sum Sophilia sigur, Annika Hoydal. Hon letur upp fyri nógvum ráðgevandi práti um pallframførslu, at prika til borgarligheitina, at vera eitt gott menniskja og ikki minst um at flyta í onnur lond, men altíð eiga ein heimstað her hjá okkum. Góð søgulinja, ella narrativ, sum vit nú siga.

Ungu spírarnir fáa sum fyrr eina bakgrund og dagførda søgu um dagsins stjørnu. Og møta henni persónliga og í dialogi. Hetta er skapandi samanseting í skúlanum. Fyrsta, Annika lærir frá sær, er at lata búkin søkka niður í stólin, ein grounding venjing.


Anna Lovisa borðreiddi við einari blusutari og feitari útgávu av "Eitt kvøldið so síðla" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Anna Lovisa

Anna Lovisa er fyrst at syngja.

Hon hevur valt ”Eitt kvøldið so síðla” í eini heavy blues gittar-distortion-funderaðari útgávu, har trummurnar elegant fylgja við, og eitt minimalistiskt keyboard amast sleikjandi upp at sanginum.

Framúr setting meðan sangurin vellur úr Onnu Lovisu, sum syngir intenst til eitt seinkvøld við good vibes, og ráðum frá Anniku um at hvíla í løtuni, sum er nú og her.


Emma hevði átikið sær torføru avbjóðingina at tulka størsta sangin hjá Anniku Hoydal, "Aldan" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Emma

Emma er onnur at syngja og hevur valt sangin "Aldan".

Intensur elgittari og dramatisk rødd, sum nakað nýtt, fjald aftanfyri gluggatjaldið, kemur inn á pallin, ung og hugtakandi djúp rødd við matchandi rørslum.

Tung trumma, stevføst, hini ljóðførini tilviljað og ætlað undirspæld. Vakurt.

Annika og Emma tosa um at flyta og búgva í Danmark. Ráðini frá stjørnuni er at fara á tónleikaháskúla.


Yngsti spírin, Bjarki, hevur staðfest í Hoydølum, at í honum býr eitt tað størsta sangtalentið, ið Føroyar eiga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjarki

Triði er Bjarki, sum hevur valt "Nú liggur ein kavafonn".

Akustiskur gittari fremstur í ljóðmyndini, luftlættar og ljósar trummur, og ein rødd, sum er performance klár, skillig og sterk. Reytt ljós á baktjaldið, so høvdið á nú spanska gittaristinum verður innrammað.

Sterkt moment á heitu sponsku heiðini, meðan Pauli briljerar frá Segovia til allar hinar, sum eg veit verða dyrkaðir í Skopun. Ein varði í útvarpssavninum verður hesin.

Tosið eftir sangin er um at flyta og finna vinir. Og um týdningin at verða eitt gott menniskja, sum Annika minnir á.


Hoydalar høvdu ikki verið tað sama uttan Rútmiska Filip, hvør lívsgleði og orka er smittandi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Filip

Rútmiski Filip, sum er farin úr Kaldbak til Havnar at ganga í skúla, er hin fjórði. Hann hevur valt "Í dans" hjá Anniku og Harkaliðnum.

Trumman imponerar meg aftur, hesuferð við einum markantum og inspirerandi stuttligum Willy-and-the-Hand-Jive svingi. Ótrúligt. Trumman og trummuspælið er gjøgnumgangandi mín favorittur.

Samrøða um tíðina við Harkaliðnum, um at eldast, ikki sæst tað á henni, at hon er fýrs, men hon saknar felagsskapin sum var, og vinirnar, ið fullu frá og doyðu.


Tulkingin hjá Jóhonnu av "Farin" hjá Anniku og Gunnar Hoydal setti seg serliga djúpt hjá ummælaranum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Jóhanna

Jóhanna hevur valt hugtakandi sangin og deyðsvøkuna ella -messuna hjá Gunnari og Anniku um pápan, "Farin" av fløguni Havið, sum kom í 1997.

Má beinanvegin siga, at hesin sangur og tulkingin rakt meg beint í hjartakulluna og var har leingi. Tað er ein uppliving eg eri takksamur fyri.

Innan hon syngur "Farin", sigur Jóhanna, at hon má hava ein stað til frið, tí hon er so órólig. Við støði í sanginum er hetta inniligt sum einki annað premium grief í øllum sendingunum. Klaverið tekur førningin og karakterin, røddin er veldig.

Annika er nøgd og sigur, at man má ikki føla, men tulka, sum Jóhanna gjørdi við bravour. Ein djúp samrøða millum tær báðar, sterkt og ektað.Hesin sangur stendur eftir mínum tykki eftir sum hin sterkasti í allari røðini.


Sophilia bergtók enn einaferð við einari fullkomnar framførslu av "15 ár", har hon bæði sang og spældi sjónleik í besta musikalstíli (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sopilia

Sætta og seinasta í seinastu sending er Sophilia, sum syngur provosangin frá gomlum single plátu tíðum, "Fimtan ár".

Tær báðar tosa um afturvendandi evnið, sum er at verða heima og tó ikki, at vera fremmand og kortini heima.

Lagið er franskt og Gunnar eigur tekstin, sum afturvið fær ein eins argandi gittara og trummur, sum draga sangin fram á ein argandi non chalant soul pall við jazz scat frá eini ekspressivari unggentu, sum leverar vøruna erotiskt flott og elegant beint til ein varieté pall sum kanska er málsøknari enn Moulin Rouge.

Stuttligt prát um at prika samfelagið, so tað ikki stívnar.


Emma fekk nógv rósandi orð við á leiðini frá Anniku Hoydal fyri hennara tulking av "Aldan" (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Annika imponerað

Annika er imponerað av teim listarligu ungu, ið syngja á pallinum í Hoydølum.

Hóast hon lovprísar øllum fyri teirra ymiskleika, velur hon Sophiliu, tí hon er frek og humoristisk, sum hon sigur. "Men hvør tykkara er ein persónligheit," sigur Annika áminnandi, sum ein røtt og fyrimyndarlig ikon í seinastu sendingini.

Takk fyri innlitið, takk fyri undirhaldið, takk fyri gávurnar hjá øllum stjørnunum, og spírandi tulkingarnar, sum nú eru partar av savninum hjá okkum øllum í Kringvarpinum.

Framúr átak - sum nú eisini fær eitt framhald!


Maria Winther Olsen og Finnur Koba, ið hava lagt til rættis fyriKringvarp Føroya, fara nú undir seasong 2 av Hoydølum saman við Per Zachariassen, framleiðara, ið eisini hevur ment hugskotið (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hvat: Hoydalar (fimm partar)
Hvar: KVF Sjón
Nær: Tá tað passar tær
Temasíðan: Hoydalar

Sprírarnir: Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia
Stjørnurnar: Martin Joensen, Eyðun Nolsøe, Eivør, MC Restorff og Annika Hoydal

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189