Finnland ætlar at strika forboðið móti kjarnorkuvápnum

Finnland ætlar at strika forboðið móti kjarnorkuvápnum
Uppskotið hevur fingið øði í Kreml, tí broytingin kann vera møgulig hóttan móti Russlandi
Antti Häkkänen er verjumálaráðharri í Finnlandi
Mynd: YLE, finska kringvarpið  
 
06.03.2026 - 11:18

Finska stjórnin boðaði í vikuni frá, at hon ætlar at strika løgfrøðiliga forboðið móti kjarnorkuvápnum í finskum øki.

- Broytingaruppskotið er neyðugt, fyri at hernaðarliga verjan hjá Finnlandi kann gerast partur av Nato-verjusamgonguni, og fyri at fáa fult gagn av felags verjuni hjá NATO, segði finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkänen, í gjár.

Uppskotið hevur fingið øði í Kreml, og talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur í dag, at slík broyting kann vera møgulig hóttan móti Russlandi, skrivar Reuters.

Peskov ávaraði eisini um, at Russland fór at svara aftur, um ætlanin er at seta upp kjarnorkuvápn á finskari jørð - uttan at siga nærri, hvat tað skuldi verið.

Uppskotið skal viðgerast í finska ríkisdegnum, og endalig avgerð er ikki tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342