Spurningar & Svar: Jóhanna

bannari
Spurningar & Svar: Jóhanna
Tað besta við at luttaka í Hoydølum hevur verið, at hon er komin at kenna so nógv dugnalig fólk, ið elska sítt arbeiði, og sum sleppa at dyrka sítt talent, heldur Jóhanna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 11:05

Hví segði tú ja til at luttaka í Hoydølum?

»Tí eg helt, at hendan sendingin ljóðaði sera áhugaverd og spennandi. Og eg dámdi væl hugskotið, at tað er ikki nøkur kapping, men bert ein hugvekjandi og kreativ sending.«

 

Hvat hevur verið tað besta við at luttaka?

»Tað besta við luttøkuni hevur 100% verið, at eg eri komin at kenna so nógv dugnalig menniskju, ið elska sítt arbeiði, og sum sleppa at dyrka sítt talent. So glað fyri at kunna læra allar spírarnar at kenna. Eg eri sera takksom at hava kunnað verið partur av hesari sendingini, og ikki minst fyri allar relatiónirnar, ið eg eri sloppin at uppbyggja.«


Jóhanna uttast til høgru í fremstu røð hugnar sær saman við hinum spírunum í Hoydølum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga góð?

»Mega cheesy svar, men tað veit denn, eg haldi, at alt var so gott.«

 

Hvat hevur verið tað mest avbjóðandi við at luttaka?

»Eg helt tað vera avbjóðandi at royna ikki at samanbera seg sjálva við allar hinar spírarnar. Tíðarpressið var eisini avbjóðandi, og tað var tað eisini at minnast tekstirnar. Men luttøkan hevur verið simpulten so gevandi, so tað var absolut ikki nakað at vera bangin fyri. Onkursvegna var tað mega frígerandi at leypa út um mín egna trygdargeira.«

 

Var nøkur løta ella hending, ið var serliga tung?

»Eg veit ikki heilt. Eg eri nokkso lættsint. Men eg bleiv sera rørd, tá ið Anna Lovisa sang "Hvítar flykrur" hjá Eyðuni Nolsøe.«

 

Hvussu er at síggja seg sjálva á skíggjanum?

»Soooo snedigt, men eisini skeg og sindur cringe (flovisligt).«

 

Hvør sangur hevur rørt teg mest?

»Eg haldi, at allir sangirnir hava rørt meg, men sangurin "Trúgv" hjá MC Restorff hevur sera stóran persónligan týdning fyri meg. Men sangurin "Farin" hjá Anniku Hoydal rørdi meg á heilt annan hátt. Eg kendi ikki sangin áðrenn sendingina, og teksturin, sum beiggi hennara hevur skrivað, er so sterkur. Mann má ordiliga hugsa um, hvat sangurin snýr seg um. Eg merkti eisini, at eg kundi samanlíkna sangin við mínar egnu upplivingar av at missa ein kæran. Annika syngur:. "Drátturin stilti við stein. Knappliga tagnaði havið." Tann sannroynd, at lívið kann vera so nógv styttri, enn vit menniskju ynskja og vænta, hugtók meg.«

 

Hvørja framførslu vart tú mest nervøs um frammanundan og hví? 

»Eg veit ikki, um eg var so nervøs um mínar framførslur, tí eg hevði álit á, at tað skuldi nokk ganga. Men tá ið vit skuldu syngja fyri Anniku Hoydal sat teksturin barasta ikki. Eg dugdi øll orðini, men tað var einki skil á raðfylgjuni. Og av tí orsøk var eg pressað, tí eg vildi so fegin virða sangin, og ynskti at avrika tað besta, eg megnaði.«

 

Hvat vónar tú at fáa burtur úr luttøkuni? 

»At ungir føroyingar fáa dirvi og frímóð til at gera tað, sum teir droyma um, hóast vit liva í einum lítlum samfelagi, so kunnu vit so nógv meir, enn vit halda. Vit skulu bara leypa í tað.«

 

Vil tú viðmæla øðrum at luttaka í Hoydølum, um tað verður ein sesong 2?

Ja!!! Um mann er áhugaður í tónleiki, so skal mann royna at vita, um mann kann gerast partur av sesong 2, tí mann kemur ongan veg, um man ikki prøvar.


Jóhanna mitt í verðini mitt í Hoydølum. " Eg eri sera takksom at hava kunnað verið partur av hesari sendingini." (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Jóhanna slappar av backstage saman við hinum spírunum, Emmu, Filip og Sophiliu (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Emma: Aldan
205188
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173