Hvussu er at vera tónlistakvinna í Føroyum?

Hvussu er at vera tónlistakvinna í Føroyum?
Ein nýggj master verkætlan á Fróðskaparsetrinum kannar, hvussu kvinnuligir tónleikarar uppliva føroyska tónleikaumhvørvið.
 
11.03.2026 - 10:55

"Tónleikaumhvørvið verður ofta lýst sum eitt skapandi og opið arbeiðsrúm, men samstundis tørvar tí grundleggjandi formellar strukturar. Tað finst eingin felags faklig skipan, fakfelag ella samtykt lønarætlan, sum tryggjar javnar og rættvísar arbeiðstreytir fyri tónleikarar og aðrar yrkisbólkar í vinnuni (Bennett, 2018). Kanningar vísa eisini, at kvinnuligir tónleikarar uppliva munandi fleiri avmarkingar í sínum yrkislívi enn menn (Mahler et al., 2025).

Tað er breið semja millum kvinnur í danska tónleikaumhvørvinum um, at teirra yrkismøguleikar eru avmarkaðir av fordómum og víðgongdum mismuni grundað á kyn (Baltzarsen et al., 2022). Hetta setir spurningar við, hvussu líknandi strukturar gera seg galdandi í smærri tónleikaumhvørvum ? eitt nú í Føroyum."

Soleiðis ljóðar inngangurin til master verkætlanina "YRKISTÓNLEIKARAR Í FØROYUM - Hvussu tónlistakvinnur uppliva tónleikaumhvørvið í Føroyum", sum Bjørk Rúnadóttir og Bára Brynleifsdóttir hava skrivað í samband við lesna á søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum.

Hoyr, hvat Bjørk Rúnadóttir hevði at siga um nakrar av niðurstøðurnar:

1800007

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655