Iran leggur minur út í Hormuz-sundið

Iran leggur minur út í Hormuz-sundið
Kollveltingarhirðin hevur ávarað um, at øll skip, sum sigla gjøgnum sundið, verða álopin
Fimtingurin av allari olju og øllum gassi verður fluttur gjøgnum Hormuz-sundið.
Mynd: Amr Alfiky/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.03.2026 - 08:35

Iran tykist royna at taka allan heimin til gísla í krígnum við USA og Ísrael. Tað sæst, nú landið er farið undir at leggja út minur í Hormuz-sundið, har fimtingurin av oljuni og gassinum, sum heimurin brúkar, fer gjøgnum. 

Tað skrivar CNN.

Sambært keldum hjá CNN, sum standa amerikonskum fregnartænastum nær, eru ikki nógvar minur lagdar út enn, okkurt um 50 minur. Men Iran ræður enn yvir nærum øllum sínum smáu bátum og minuleggjarum, so tað ber til hjá iranskum herdeildum at leggja hundraðtals minur í Hormuz-sundið. 

 

Hava tamarhald á sundinum

Kollveltingarhirðin og sjóverjan hjá Iran hava, sum er, tamarhald á sundinum og hava førleikarnar at bjóða av við minuleggjarum, bátum fyltum við spreingievni og rakettum á landi, skrivar CNN.   

Kollveltingarhirðin hevur ávarað um, at øll skip, sum sigla gjøgnum sundið, verða álopin.

 

Trump hóttir við báli og brandi

Amerikanski forsetin Donald Trump hótti í gjárkvøldið Iran við báli og brandi, um landið legði út minur:

 - Um tað av onkrari orsøk eru lagdar minur út, og tær ikki verða tiknar burtur alt fyri eitt, so verða hernaðarligu avleiðingarnar fyri Iran á einum stigi, sum ongantíð er sæð áður. Men verða minurnar tiknar innaftur, so er tað eitt stórt stig rætta vegin, skrivaði Donald Trump.

Iran hevur hvørki váttað ella avsannað, at landið hevur lagt minur út í Hormuz-sundið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817